Sigurd Bærentsen: Eg eri fríkendur fyri allar ákærur

Sigurd Bærentsen í Skopun umhugsar at kæra til landsstýrismannin í mentamálum, tí hann góðtekur ikki grundgevingarnar fyri at flyta hann í Meginskúlan á Sandi at vera lærara

Skúlastríð

? Eg eri fríkendur fyri allar ákærur. Tí góðtaki eg ikki grundgevingarnar fyri, at eg skal flytast´i Meginskúlan á Sandi.
Sigurd Bærentsen, lærari í Skopun, umhugsar at senda eina kæru til landsstýrismannin í mentamálum.
Hann hevur verið ein av høvuðspørtunum í ósemjuni, sum hevur verið í Skopunar Skúla seinastu árini. Tað, sum er komið fram, er, at í høvuðsheitum verið talan um samstarvstrupulleikar ímillum skúlaleiðaran, Ingun Simonsen og ein av lærarunum, Sigurd Bærentsen.
Hendan ósemjan endaði fyrr í vikuni við, at Mentamálaráðið gjørdi bart og flutti báðar partarnar í ósemjuni í aðrar skúlar ar arbeiða. Sostatt var skúlaleiðarin flutt í Hoyvíkar Skúla og Sigurd Bærentsen fluttur í Meginskúlan á Sandi.
Í gjár segði Ingun Simonsen fyri Sosialinum, at hon ætlaði sær víðari við málinum, tí hon góðtók ikki viðferðina, hon hevði fingið, men hon vildi ikki siga, hvørjar ætlanir, hon hevði.
Og nú sigur Sigurd Bærentsen, at eisini hann umhugsar at kæra.
Hann ásannar tó, at avgerðina at flyta hann í Meginskjúlan á Sandi, kann hann onki gera við, tí tað hevur Mentamálaráðið rætt til. Sandoyggin er eitt skúlaøki og tí kunnu lærarar flytast ímillum skúlarnar eftir tørvi.

Fríkendur
Hinvegin vil hann ikki góðtaka grundgevingarnar fyri at flyta hann í Meginskúlan og tí umhugsar hann at kæra.
?Eg eri fríkendur fyri allar ákærur og tí meti eg meg ikki at vera ein partur í teimum trupulleikum, sum hava verið í skúlanum í Skopun, sigur hann.
Hann vísir á, at fyrstilærarin, Ingun Simonsen, fleiri ferðir hevur klagað hann fyri Landsstýrinum. Men herfyri fekk hann skrivlig boð aftur úr Landsstýrinum um, at tað var onki grundarlag fyri klagunum og at tað tí ikki varð meiri gjørt við málið, men at klagurnar vóru vístar aftur.
Hann sigur, at klagurnar frá skúlaleiðaranum snúði seg um at hann skuldi vera so trupul at samstarva við.
?Nú avgerð er tikin um at flyta meg í Meginskúlan, havi eg verið í samband við Mentamálastýrið fyri at vita, í hvørjum føri eg skuldi havt forbrotið meg, men tey kundu ikki nevna mær nøkur dømi um tað.
?Sostatt meti eg meg ikki at vera ein partur í teimum trupulleikunum, sum hava verið í skopunar Skúla. Av tí sama taki eg ikki undir við grundgevingunum og tí umhugi seg at kæra, sigur Sigurd Bærentsen.

Friður var áðrenn
Nú sigur Ingun Simonsen, at ósemja var eisini í skúlanum í Skopun, tá ið hon kom og at talan sostatt ikki er um nakað, sum hevur tikið seg upp eftir at hon kom
? Eg havi verið lærari í Skopun í 23 ár, men kann ikki siga, at eg kanni nakað sum helst til nakrar trupulleikar í Skopun, fyrrenn hesi seinastu árini, eftir at Ingun Simonsen, varð skúlaleiðari, hvørki samstarvstrupulleikar, ella trupulleikar av øðrum slagi.
Hon heldur eisini, at ein partur av samstarvstrupulleikunum hesi seinastu árini stava frá, at tú ikki fekk starvið sum fyrstilærari?
? Tað er ikki rætt. Tað, sum tvørturímóti nívir Ingun Simonsen, er, at hon als ikki varð innstillað til starvið. Skúlastýrið í skopun innstillaði bara meg til starvið og vildi ikki innstillað hana yvirhøvur og tað er hon ongantíð komin yvir, sigur Sigurd Bærentsen.
Annars sigur hann, at hann gleðir seg til at byrja í Meginskúlanum, tí hann ivast ikki í at fáa góða móttøku har hann ætlar sær at byrja har við opnum sinni og ivast ikki í, at samstarvið fer at ganga væl.
?Kanska kann eg taka onkur av mínum gomlu tiltøkum uppaftur. Eitt nú hevði eg kvøldskúla í gittarspæli í 10 ár, men tá ið hon var komin, misti eg hugin, sigur hann at enda