Sigurin hjá Ronaldo

Í fýra ár hevur tað fyri tað mesta gingið afturá, men sunnudagin gjørdist hann størsta hetjan í Brasilia seinastu 32 árini

HM-hetja

Fáir leikarar hava verið so nógv ígjøgnum, sum brasilski Ronaldo. Hóast hann enn bert er 24 ár, so eru longu nógv ár síðani, at allur heimurin tóktist liggja víðopin fyri honum og fótbóltsevnum hansara.
Longu sum 16 ára gamal var hann partur av HM-hópinum hjá Brasilia, sum vann gull í USA í 1994. Ta ferðina slapp hann tó ikki á vøllin. Heldur ikki hóast Romario, sum tá var stóra stjørnan á liðnum, alment boðaði frá, at hann nógv heldur vildi spæla saman við Ronaldo enn Bebeto, sum tá átti hitt álopsplássið.
Tað skuldi tó ikki ganga long tíð, áðrenn Romario og Ronaldo stovnaðu sonevndu RoRo duettina á brasilianska landsliðnum. Málini fuku eisini inn úr øllum ættum, og eingin verja í heiminum tóktist trygg, tá teir báðir vandamiklu framherjarnir gjørdu um seg.

Brekkan
Alt tóktist ganga upp á stás hjá Ronaldo. Á yrkisleiðini var hann fyrst toppskjútti í Hollandi við PSV, síðani toppskjútti í Spania hjá stórfelagnum, Barcelona, og síðani var tað Italska stórfelagið, Inter, sum keypti leikaran, sum longu sum 20 ára gamal varð mettur sum besti leikarin í heiminum.
HM-kappingin í ?98 skuldi so verða tann, har Ronaldo setti seg á trúnuna. Brasilia skuldi verja HM-heitið, og heilt fram til finaludystin gekk tað eisini sum ætlað.
Undan finaluni ? og eisini undir sjálvum dystinum ? gekk tó heilt galið. Ronaldo var kanska strongdur, ella kanska var tað okkurt heilt annað. Undir øllum umstøðum var hann sjúkur hendan dagin, men kortini valdi hann at spæla við, og úrslitið kenna helst tey flestu. Frakland vann finaluna, Ronaldo var bert ein skuggi av sær sjálvum, og eftir hetta fór alt at ganga galið.
Eftir sjúkraleguna fór hann aftur undir fótbóltin í Inter, men hann var ikki heilt hin sami, og tá hann so eisini fekk ein álvarsligan knæskaða, steðgaði yrkisleiðin upp. Knæskaðin stavaði heilt frá tíðini í PSV, men hann hevði tó ongan tíð verið so álvarsligur, sum hann nú var.
Einar tríggjar ferðir var hann aftur at síggja á liðnum hjá Inter, men hvørja ferð gekk aftur galið, og at enda bóru mong ótta fyri, at Ronaldo skuldi gerast fótbóltsinvalid, bert 23 ára gamal.

Venjarin bíðaði
Ein var tó, sum alla tíðina roknaði við, at Ronaldo fór at gerast klárur. Brasilski landsliðsvenjarin, Scolari, segði seg alla tíðina hava rúmd fyri honum í hópinum, og tá hann so fekk spælt við seinastu umførini í italsku kappingini, tóktist Ronaldo at vera um at koma fyri seg.
Og at so er, prógvaði hann so dyggiliga undir HM. Átta mál í sjey dystum er hitt mesta, sum nakar málskjútti hevur fingið í HM høpi síðani 1970. Og alt tos um, at hann ikki var maður at standa fyri trýstinum, mundi tagna, tá hann í sjálvum finaludystinum sunnudagin gjørdist stóra hetjan hjá Brasila.
Tí var tað eisini skilligt, at tárini fingu frítt at fara, tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð. Ronaldo hevði prógvað fyri øllum heiminum, at hann hevði vunið á bæði skaðum og sær sjálvum. Ja ? á øllum.
Og tað mundi neyvan vera nakar í fótbóltsheiminum ? heldur ikki í Týsklandi ? sum ikki mundi unna Ronaldo hesa gleðisstundina. Hetta var hansara stóri sigur, og at hava ein Ronaldo aftur í gamla stílinum er so sanniliga eisini ein sigur fyri fótbóltin.