Sigursrøðin heldur fram

KÍ fekk sín triðja sigur í ár, tá kvinnurnar úr Klaksvík vunnu 2-0 á nærmasta kappingarneytanum, B36. Sigurin var uppiborin, og KÍ er longu eina bátslongd frammanfyri hini liðini

Tað eydnaðist at KÍ at vinna sín triðja landskappingardyst á rað, tá B36 var á vitjan. KÍ hevur í hesum trimum fyrstu dystunum skotið tjúgu mál, og bara eitt er farið inn. KÍ er tí stórfavorittur til at vinna FM-heitið í ár.
Tað einasta liðið, sum møguliga kann hótta KÍ, er B36, munnu tey flestu halda. Hóast sigurin ikki var av teimum størstu, lat KÍ ongan iva vera um, hvat betra liðið var, og sigurin mundi vera uppiborin.
KÍ skapti teir bestu málmøguleikarnar og legði seg framum seint í fyrra hálvleiki. Bára Skaale sendi eitt hornaspark innfyri, har Malena Josephsen stóð púra leys tætt undir málinum. Hon setti høvdið á bóltin til 1-0.
B36 royndi at svara aftur og setti eisini nøkur álop í gongd, men tann seinasta og avgerandi sendingin vantaði altíð.

Rannvá økir
KÍ helt fram við framsøknum álopsspæli eftir steðgin, og tað gav úrslit tíðliga í seinna hálvleiki. Rannvá Andreasen sendi innfyri, men bólturin fór ístaðin í netið. Ivasamt var, um Rannvá ætlaði at skjóta uppá mál ella senda innfyri. 2-0 til KÍ, og nú var torført hjá B36 at venda dystinum.
Útiliðið fekk eisini ein dyggan smeit stutt eftir málið, tá Elsebeth Jónsson fekk ein álvarsaman skaða og mátti av vøllinum. Hon hevur eftir øllum at døma brotið eitt bein í fótinum og verður neyvan at síggja á vøllinum komandi vikurnar.
KÍ hevði sum heild tamarhald á dystinum, men fleiri mál komu ikki.

Eingin dómari
Dómarin, sum var settur til kvinnudystin sunnudagin, møtti ikki upp. Hann hevði eftir øllum at døma annað at takast við, so kvinnurnar stóðu á vøllinum uttan dómara.
Til alla lukku var dómarin, sum hevði dømt ein dyst frammanundan, fúsur at taka hesa ábyrgdina, so dysturin kundi spælast.
Leikarar og venjarar eru sum vera man sera ónøgd við, at slíkt yvirhøvur kann fara fram í fremstu kvinnudeildini í Føroyum, og hetta endurtekur seg vónandi ikki.