Dreingir 10
Neistin - H71 12-10 (3-6)
Neistin vann í gjár tríggjar av teimum trimum finalunum, sum felagið luttók í, tá ið bæði gentur og dreingir 18 vunnu sínar steypafinalur.
Í dag skuldu dreingir 10 hjá felagnum so royna at gera teimum eldru kynstrið eftir, men tað tóktist trupult fyrstu løtuna móti H71
Í einum dysti, ið var leiktur í einari rættiligari góðari leikferð fyri so ungar leikarar, hevði H71 fleiri vápn enn Neistin í fyrra hálvleiki.
Neistin kom tó nógv betri við í seinna hálvleiki, og við tveimum og einum hálvum minutti eftir at leika, hevði Neistin javnað il 9-9. Tað eydnaðist eisini Neistanum at leggja seg á odda ein minutt seinni, áðrenn H71 svaraði aftur við sínum fyrsta málið í eitt langt tíðarskeið.
Við einum minutti var Neistin á odda við einum og vann eisini bóltin, og kundi avgera. Tað gjørdu teir við einum gjøgnumbrotið á høgra bakki, og so var dysturin avgjørdur. Neistin gjørdist steypavinnari við úrslitinum 12-10, og fekk felagnum sín fjórða steypasigur hetta vikuskiftið.