Sigursrøðin hjá United heldur fram

Manchester United hevur nú vunnið fimm dystir á rað, og nærkast av álvara oddinum í Premier League

Ein dystur hevur í kvøld verið í Premier League. Dysturin var millum Southampton og Manchester United.

 

Hóast Southampton hevur havt eitt frálíkt kappingarár, og spældi á heimavølli, so gjørdist teir tó ov stuttir í kvøld. Útiliðið, Manchester United, vann dystin 2-1, eftir at hálvleiksstøðan var 1-1.

 

Robin Van Persie legði Manchester United á odda, tá 12 minuttir vóru leiktir, eftir at José Fonte hjá heimaliðnum gjørdi eina verjufadesu, tá hann kiksaði afturleggingina til málverjan.

 

Southampton javnaði tó, tá 31 minuttir vóru leiktir. Málskjútti hjá teimum var italski áleyparin, Graziano Pelle, sum áður hevur leikt undir Louis Van Gaal í hollendska felagnum, AZ Alkmaar.

 

Hóast Southampton trýsti nógv, og nokk var tað betri liðið, so vóru tað tó gestirnir úr Manchester United, sum fóru avstað við øllum trimum stigunum. Sigursharri fyri Manchester United var Robin Van Persie, sum avgjørdi dystin tá 71 minuttir vóru leiktir.

 

Við sínum fimta sigri á rað í Premier League, blandar Manchester United nú seg av álvara í oddastríðið. Sunnudagin spæla teir grannauppgerð móti arvafíggindunum úr Liverpool.

 

Southampton – Manchester United 1-2 (1-1)

0-1         Robin Van Persie, 12.

1-1         Graziano Pelle, 31.

1-2         Robin Van Persie, 71.