Eg hugsaði, at tað kundi verið stuttligt at farið at skriva dagbók aftur, og hetta er tað, ið eg kom fram til í dag:
Ein niðurstøða eftir dagin í dag, 7. septembur 2010: Sum føroyingur havi eg nógv at vera stoltur av, og eg geri eisini nógv av at rópa hart um tað. Til dømis kann eg nevna hæddarpunktini úr degnum í dag, 07/09-2010. Eg kann leggja út við at nevna okkara elskaða kringvarp og stjóra tess, Anniku Mittún Jacobsen, ið ger alt fyri at vit fótbóltsglaðu føroyingar kunnu jubla, við at vísa fjórða part, av í alt tíggju pørtum, av eini dokumentar um fyrra heimsbardaga í sjónvarpinum, samstundis sum Italia spælir landsdyst. Næstan 92 ár eftir at fyrri heimsbardagi varð liðugur, kendi onkur brádliga á sær, at tíðin var búgvin at greiða Føroya fólki frá, hvussu alt veruliga fór fram einaferð ímillum 1914 og 1918. Meginparturin av teimum, ið upplivdu tann bardagan, eru jú farin herfrá, og summi eru ikki før fyri at greiða frá um tað longur. Onkur hevur enntá gloymt, hvussu alt var. So sigast má, at Kringvarp Føroya valdi ein góðan dag, at senda júst hesa sending.
Afturat hesum hava vit ein deiligan drong á tingi, við navninum Jenis, ið eftir øllum at døma hevur eina ómettandi trongd at gera Føroyar og føroyingar til skammar í útlendskum miðlum. Kanska fór hann oman á Vaglið og fekk sær eina pylsu, heldur enn at fáa sær fínan døgurða við henni sjálvari úr Íslandi. Ella kanska sendir tað villleiðandi tekin, at stinga eitt avlangt, lunkað kjøtpetti í munnin og siga »Mmmm«. Alfred og Gerhard, sum hevur tikið næsta stigið, og er farin frá lokal politikki til lokal-doyvdan politikk, vilja eisini vera við í hesum lítla, fitta dreingjakóri, og hava stillað seg handan Jenis at syngja ávikavist aðru rødd og bass. Og at enda hava vit eitt frálíkt landslið, sum vit øll sjálvandi kunnu vera errin av, har verjan, við m. a. einum 36 ára gomlum gubba úr Sundalagnum, hvørs seinasti søludagur var fyri nøkrum árum síðani, á odda, hevur sett heimsmet í elendigum verjuspæli. Hjartaliga tillukku til tykkum.
Takk fyri í dag og góða nátt, góða dagbók.