Silas og Rógvi eru nú fremstir

Hans Kristian Simonsen og Torkil Nielsen, sum høvdu fulla úrtøku, taptu í kvøld

Triðja umfar í FM í talvi fyri einstaklingar er telvað í kvøld. Undan hesum umfarinum vóru tað bara Torkil Nielsen og Hans Kristian Simonsen, sum høvdu fulla úrtøku. Teir taptu báðir í kvøld, og teir báðir, sum syftu teimum, eru nú fremstir.

Talan er um tveir telvarar í Sandavágs Talvfelag, sum er vertur fyri FM kappingini í skúlanum á Giljanesi.

 

18 ára gamli Silas Eyðsteinsson úr Sandavági man hava lært nógv um talv frá veteraninum Torkili Joensen. Í kvøld sótu teir yvir av hvørjum øðrum, og tað var Silas, sum við hvíta fólkinum vann.

 

Rógvi Egilstoft Nielsen vann við hvítum á Hans Kristiani Simonsen. Hvítur ofraði frúnna fyri rók og bisp, men kortini eydnaðist tað at kroysta svarta kongin so illa, at Hans Kristian legði hann.

 

Høgni Egilstoft Nielsen mundi roknast sum favorittur ímóti Tummas Martin Sólsker, sum við hvítum megnaði at vinna hálvt stig, tá ið talan varð um upp í saman endurtøku av leikum.

 

Hjá Martini Poulsen og Carl Eli Nolsøe Samuelsen var úrtøkan í tveimum teimum fyrstu umførunum soltin. Í kvøld vunnu teir báðir.

 

Martin Poulsen vann við hvðítum sítt fyrsta stig við sigri á Finnbjørn Vang, og Carl Eli Nolsøe Samuelsen vann við svørtum á Sjúrði Thorsteinsson.

 

Støðan eftir trý umfør: Silas Eyðsteinsson og Rógvi Egilstoft Nielsen hava 2 ½ stig, Torkil Nielsen, Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Hans Kristian Simonsen hava 2 stig, Høgni Egilstoft Nielsen, Tummas Martin Sólsker og Martin Poulsen hava 1 stig, og Sjúrður Thorsteinsson og Finnbjørn Vang hava ½ stig.

 

Fjórða umfar verður týsdagin klokkan 17:

Hans Kristian Simonsen - Carl Eli Nolsøe Samuelsen

Torkil Nielsen – Sjúrður Thorsteinsson

Finnbjørn Vang – Silas Eyðsteinsson

Høgni Egilstoft Nielsen – Martin Poulsen

Rógvi Egilstoft Nielsen – Tummas Martin Sólsker