Silas til B36

Betri deildin menn: B36 hevur fingið Silas Eyðsteinsson hjá 07 Vestur í hópin

B36 boðar frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við málverjan, Silas Eyðsteinsson. Hann kemur frá 07 Vestur, har hann í fleiri ár var fyrstaval, men misti plássið í summar.

 

- Silas Eyðsteinsson spælir við okkum komandi tvey árini. Tað er eingin loyna, at málmansvenjarin hjá okkum, er ein framúr málverji at heita á, men hann skal sjálvandi hugsavna seg um at venja málverjarnar, ið hann hevur gjørt so væl. Við hesari undirskriftini hava vit styrkt toymið, og kappingin er nú gróthørð, skrivar B36.

 

Silas Eyðsteinsson er 24 ára gamal. Higartil hevur talan bara verið um frágongd hjá B36. Frágongd. Thor Høholt og Martin Agnarsson fór fyri kappingatenda, meðan Ragnar Samuelsen og Alex Mellemgaard fyri kortum fóru til B68.