Nýggi Jupiter er á veg til Noregs við feskari sild, og Norðborg er á veg á Fuglafjørð við frystum sildafløkum Tvey av føroysku silaskipunum eru á veg at landa. Nýggi Jupiter er á veg til Liavaag í Noregi við 600 tonsum av feskari sild, og Norðborg er á veg á Fuglafjørð við 850 tonsum av sildafløkum. Norðborg er einasta skipið, sum hevur verksmiðju umborð. Tey umleið 850 tonsini av sildafløkum verða løgd á goymslu hjá Bergfrost í Fuglafirði.
Hetta er annar túrurin hjá nýggja Jupiter, sum landaði fyrstu ferð mikudagin í síðstu viku.
Teir eru tríggir, sum trola í felag. Nú Jupiter er á veg til marknað, eru tað Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu, sum samtrola. Finnur Fríði landaði fríggjadagin í síðstu viku 750 tons av feskari sild í Noregi.
Norðborg trolar saman við Christiani í Grótinum og Carlton. Christian í Grótinum landaði 500 tons í Noregi síðsta leygardag. Nú Norðborg er á veg til marknað, samtrola Christian í Grótinum og Carlton.
Sildin er umleið 350 gram í miðal. Norðborg verður á Fuglafirði eftir døgurða hósdagin. Jupiter verður inni í Noregi í nátt, og teir fara at landa klokkan 7 í morgin.