Menn eru farnir at óttast fyri, hvat vorðið er av sildini, sum tók seg upp fyri fáum árum síðani. Einki hevur verið at sæð, hon hevur staðið djúpt og bátarnir hava heldur einki fingið nú vit eru komin langt út í mai mánað.
Seinni og seinni
Í 96 byrjaðu bátarnir longu at fáa sild fyrst í apríl og teir helmaðu ikki í fyrr enn síðst í juni. Í 97 fingu teir sild fyrst í mai og fiskiskapurin endaði miðjan juni, og nú vit eru komin um miðjan mai hevur einki verið avreitt til Havsbrún í Fuglafirði, so tað er einki løgið í at stjórin er stúrin.
? Sildin er ein veðursjúkur fiskur, har bæði vindur og veður ávirka hana, og ætið hevur eisini sína ávirkan á, hvussu nógv er til og ikki, og tað sum vit higartil hava sæð til ætið í sildini hevur ikki givið nøkur góð tekn, sigur Bergur Poulsen.
Góð 50.000 tons
Bæði føroyskir, skotskir, danskir og íslendskir bátar hava leitað eftir sildini, men enn hava teir ikki rakt við hana. Tí hava teir verið í svartkjaftinum enn sum so hevur gjørt, at Havsbrún higartil í ár hevur tikið móti meiri svartkjafti enn undanfarin ár.
Stjórin í Havsbrún metir at virkið hevur tikið móti gott 50.000 tonsum í rávøru tilsamans higartil í ár, har meginparturin er svartkjaftur. Bátarnir hava einki annað at fara til og roynt verður tí eftir svartkjafti, meðan bíðað verður eftir sildini.