Tað var eingin ivi um, hvør fór at vinna. Starturin hjá Sílinum var væl betri, enn hann var hjá hinum, og tá ið hundrað metrar vóru lagdir afturum, var Sílið tað mesta av einari bátslongd undan hinum bátunum, og Sílið var fremst allan 1000 metra langa teinin.
Tey í Eysturkommunu hava av álvara tikið tøk í kappróðrinum. Tað sást aftur í hesi kappingini. Geytin var næstfremstur allan teinin, og teir umborð á Geytanum vóru stinnir og drúgvir. Fjarstøðan millum teir báðar fremstuvar ein stór bátslongd, tá ið teir báðir fremstu fóru um málið.
-
1 Sílið 05:29.02
2 Geytin 05:32.41
3 Báran 05:40.21
4 Ingibjørg