Tað eydnaðist ikki føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti at vinna nakað sett ímóti Norðurmakedonia í Silver League kappingini.
Liðini spældu í ítróttarhøllini á Sandi í kvøld, og endaði dysturin við 3-0 sigri til Norðurmakedonia. Frægast gekk í øðrum setti, tá føroyska liðið tapti 21-25.
Norðurmakedonia-Føroyar 0-3 (25-11, 25-21, 25-16)
Í morgin klokkan 17 spæla Eysturríki og Norðurmakedonia.
Sunnudagin klokkan 17 spæla Føroyar móti Eysturríki. Dystirnir vera spældir í ítróttarhøllini á Sandi.