Silvia fekk bumbuhóttan

Ein flogfar hjá svenska flogvápninum noyddist seinasta fríggjadag til Sankta Pætursborg eftir Silviu drotning.

Drotningin skuldi upprunaliga fara til Stockholm við einum flogfari hjá SAS, men fekk boð um at setast aftur, eftir at flogfelagið fekk eitt teldubræv, sum boðaði frá, at fleiri flogfør hjá felagnum fóru at verða sprongd í luftina, rindaði felagið ikki 15 milliónir krónur.
Hóast svensku myndugleikarnir ikki tóku hóttanina í fullum álvara, varð avgjørt at senda eitt hernaðarflogfar til Russlands eftir drotningini.