Egil sleit sínar barnaskógvar, og sínar fyrstu fótbóltsskógvar í Hvalvík. Ella rættari sagt úti í ósanum millum Streymnes og Hvalvík. Sum 7 ára gamal, afturi í 1981, máttu Egil og javnaldrarnir í ítróttarfelagnum Streymi ofta vassa upp á øklar fyri at koma upp á turt, á tí lítla vøllinum, sum liggur skamt frá landsvegnum. Fór bólturin út av vøllinum til innkast, hornaspark ella málspark, so mátti onkur aftur leypa í vaðið fyri, at fótbóltsspælið kundi halda fram. Streymur var sett á stovn bara 3 ár áðrenn Egil byrjaði uppá fótbóltsleikin, í 1978. Streymur vóru heimleysir fyrstu árini. Teir leiktu fyrstu árini norðuri á Eiði, og síðani bleiv leikt á Skála. Alsamt fleiri fólk í bæði EB og í Streymi innsóu, at tað bar ikki á mál at standa einsamallur. Egil minnist, at tað vóru serliga Magnus á Stongum, Eiðislækni og Bergur Magnussen, gamli málrevurin hjá Streymi og B36, sum gingu undan at fáa eitt felagslið í Sundalagnum.
Flestu vóru fyri
Nøkur fá tilkomin EB-viðhaldsfólk og Streyma-viðhaldsfólk settu spurnartekin við samanleggingina. Men tey ungu, og tey í góðum árum vóru stórt sæð øll fyri. Í 1993 blivu øll segl sett til í Sundalagnum. Fyrsta árið í gomlu 2. deild hilnaðist væl, og EB/Streymur flutti upp í gomlu 1. deild. EB/Streymur dúkkaði aftur, men stabiliseraði seg sum eitt 2. deildar lið. Í nýggju øldini hevur felagsliðið tó verið fast inventar í bestu deildini, og eingin tekin eru um, at teir ikki verða tað í nógv ár framyvir. Egil heldur tó, at tað var sera týdningarmikið, at tað bleiv lagt saman í yngru deildunum eisini. Í byrjanini vóru tað bara besta og næstbesta liðið, sum vóru í samstarvinum. Tey ungu blivu vand upp, sum EB-arar, ella sum Streyma-leikarar. Tað gjørdi, at tað bleiv eitt stórt mentalt stig hjá teimum ungu at koma inn á felagsliðið. Hvør við sínari serstaku bakgrund. Sìðani totalu samanleggingina um aldarskiftið hevur bara gingið ein veg við samvinnuni og samanhaldinum í Sundalagnum. Nú siga øll við ein munn: “Eg eri ein EB/Streymari!”. Og bert av óskiljandi ávum bar tað ikki heilt á mál í 2006.
Ein tung løta
“Tað var alt ov óprofessionelt av okkum!” Egil hugsar aftur á síðsta umfarið í Formuladeildini, í 2006. Tá dysturin millum EB/Streym og KÍ var avbríkslaður, var tað sum til eina jarðarferð niðri á Møluni. Men tey, sum varða av EB/Streymi uttanfyri vøllin, vóru skjót at veita tað ein nærmast kann kalla sálarliga fyrstuhjálp. Sum kvøldið leið, bleiv lagið væl betur. Og leikarar, venjarar og leiðsla lovaðu hvørjum øðrum, at slíkt skuldi ikki henda aftur. At geva eina so stóra leiðslu frá sær. Uppreisnin kom í finaluni um Løgmanssteypið í ár. At EB/Streymur gjørdist steypavinnari - við at vinna á júst HB - gjørdi ikki steypasigurin minni søtan. Tó fór ein ótti gjøgnum fleiri leikarar, tá HB vann seg frá 1-4, og upp á 3-4. Men EB/Streymur herjaði á, og vóru teir í málmøguleikum nærri 5-3, enn HB var 4-4. Men tá tað var leyst og liðugt í Gundadali, vóru óndu minnini frá Mølini brádliga kám. Egil heldur eisini, at sum leikari, var tað eisini stuttligt at leika eina so góða og spennandi finalu. Egil heldur tó, at finalan átti at skift ímillum t.d. Gundadal, Runavík og Klaksvík. Bara so, at ein tryggjaði sær, at finalan var á einum uttanveltaðum vølli. “Tað er eitt sindur meiningsleyst, at hálvfinalan má verða “rættvís” við einum heima- og útidysti. Men, at í finaluni skal annað liðið so knappliga hava heimavøll!” sigur Egil avgjørdur. Egil heldur, at tað hevði ikki verið av vegnum, at tað bara var ein hálvfinala, sum eisini var á uttanveltaðum vølli. Skráin við 27 Formuladystum er nóg strævin, sum er!
Gott við UEFA-cup
Egil heldur eisini, at UEFA-cup luttøkan hjá EB/Streymi var gagnlig. Menn fóru professionelt til verka og vandu, ótu og fyrireikaðu seg optimalt til uppgávuna. Teir vóru undir hørðum trýsti í útidystinum ímóti finsku MYPA. Men taptu heiðurliga 0-1. Á heimavølli misnýtti Ronnie Samuelsen eitt brotsspark skammiliga, tá støðan var 0-0. “Tann sami Ronnie, sum javnt og samt hevur argað meg við, at eg misnýtti eitt brotsspark í Champions League-undankappingardysti fyri B36 í 2002. Tá vit báðir spældu í B36.” sigur Egil flennandi. EB/Streymur fekk 1-1 ímót MYPA, so teir blivu eitt stig - men nógvar royndir ríkari.
Aftur til Sundalagið
Egil íðkaði eisini borðtennis fram til 17 ára aldur. Hann hevur verið Føroyameistari í vaksnamannadeildini, í blandaðum tvímansleiki saman við Onnu Petersen (nú Eidesgaard). Og eisini FM-vinnari í tvímansleiki í yngru deildunum saman við Signari Johannesen av Toftum. Í einmansleiki var hann javnan nr. 2 í yngru deildunum. Miðlingabróðurin; Finnbjørn hevur verið av stinnastu borðtennisleikarum og telvarum í Føroyum. Finnbjørn var eisini ein habilur fótbóltsleikari, og verður Finnbjørn hjálparvenjari hjá Sigfríði Clementsen í EB/Streymi næsta ár. Elsti bróðurin; Hallur hevur ikki gjørt so nógv við ítróttin, sum Egil og Finnbjørn! Systurin Karin hevur ofta verið at síggja millum teir trúgvu áskoðarnar hjá EB/Streymi. Egil og familjan flyta norður aftur til Sundalagið. Har, sum bæði hava sínar røtur, og Egil sítt eftirnavn. Egil æt Zachariasen fram til 2002. Abbin í Haldarsvík; Hans Pauli Joensen vildi sleppa at føra navnið; Hans Pauli á Bø, men slapp ikki at føra tað. Nú eigur Egil ein son, sum eitur Hans Pauli á Bø. Soleiðis kemur alt upp á pláss aftur. Og Egil og Anja koma upp á pláss í húsinum í Norðskála, næsta ár. Um Egil verður upp á pláss í verjuni hjá EB/Streymi, er enn ikki heilt vist. Men tekur hann eitt tørn aftrat, verður tað við EB/Streymi. Silvur var eitt tap í 2006, men gjørdist ein vinningur í 2007. Hvør verður so úrtøkan í 2008, við ella uttan Egil á Bø?
FAKTA:
Navn: Egil á Bø
Føðingardagur: 2. apríl 1974
Giftur: Anju (fødd Johannesen) av Oyrabakka
Børn: Eydna 5 ár og Hans Pauli 2 ár
Starv: Fíggjarleiðari í Handilskjarnanum
Útbúgving: Matematiskur Studentur, HH (1 ár), HD (1. part og 2. part)
Feløg: Streymur, NSÍ, ÍF, B36 og EB/Streymur
Egil um nýggja vøllin í Streymnesi:
Umstøðurnar eru sera góðar á, og rundan um vøllin. Men vit og viðhaldsfólkini krevja eitt sindur meiri tíð, fyri at venja okkum heilt við nýggja leikvøllin. Nakað av muni er á vøllinum, tá hann er turrur ella vátur.
Egil um áskoðarnar hjá EB/Streymi:
Teir eru bara Føroya bestu áskoðarar. Teir stuðla ótrúliga væl. Bæði tá tað gongur væl, og tá tað gongur minni væl. Teir eru framúr, eingin ivi um tað.
Egil um føroyskan mat:
Mær dámar sera væl fisk, um hann so er feskur, saltaður ella ræstur. Kjøtið smakkar eisini væl, hvørt tað er feskt ella ræst. Tað er kanska vansin við føroyskum mati. Hann smakkar gjøgnumgangandi ov væl.
Egil um Premier League:
Er óivað ein av teimum á Formulaliðnum hjá EB/Streymi, sum eru minst íðin tá tað kemur fótbólt. Eg hyggji tó eftir stórdystunum hjá Liverpool. Og teir avgerandi dystirnar hjá øðrum feløgum eisini.