Silvur í stormi

B36 togaði seg á seinasta leikdegi fram á silvurplássið, tá teir enn einaferð vístu, at teir trívast væl í vindi

Fótbóltur

Fyrr varð ofta tikið til, at regn og vindur var B36-veður. Undir hesum búði tann sannroynd, at B36 í fimti- og seksti árunum mundi hava eitt hitt best stríðandi liðið, og at teir tí ofta stóðu seg best, tá fótbóltslíkindini ikki vóru av teimum allar bestu.
Og okkurt bendir á, at hetta framvegis er støðan. Í øllum førum hevur B36 nú tveir útidystir á rað vunnið truplar dystir í sonnum ódnarveðrið, og í so máta kunnu tey í árstalsfelagnum bara iðra seg um, at veðrið var somikið gott, tá dysturi móti HB var á skránni.

Gjørdu skjótt av
Í Gøtu sunnudagin var tað B36, sum hevði vindin undan, og fyri steðgin høvdu teir við trimum málum at kalla punktera allan spenning í dystinum.
Fyrsta málið var eisini ein beinleiðis avleiðing av vindinum. Heðin á Lakjuni sendi horna innfyri, og uttan stórvegis hóvasták tók vindurin bóltin beint í meskarnar.
B36 helt á at trýsta, og tvær ferðir afturat fyri steðgin øktu teir um munin. Fyrst var tað Allan Mørkøre, sum í seinastu gerð síni hetta árið fór einsamallur gjøgnum GÍ-verjuna, áðrenn hann potaði í málið. Í skotroyndini fekk Allan samstundis ein vøddaskaða í lærið, og so var kappingarárið liðugt fyri hansara viðkomandi. Og stutt eftir var tað Jens Kristian Hansen, sum gjørdist púra leysur og rundaði málverjan, áðrenn bólturin at enda varð sendur í netið.
Og eftir steðgin tóktist B36 bara at halda fram. John Petersen økti til 4-0, og møguleikin var eisini til 5-0, tá B36 fekk brotsspark. Jákup á Borg royndi tó at verða dekan og smartur, tá hann heldur enn at skjóta móti málinum bara gav bóltinum eitt lítið skump. Jens Kristian Hansen kom nevnliga rennandi aftanfyri, men tá hann skeyt beint í krovið á málverjanum, og so var tann royndin av ongum.
Ístaðin var tað GÍ, sum fram móti dystarenda kundi seta punktum fyri dystin, tá Gidek sendi fríspark beinleiðis í netið.

Ov stuttir
B36 kundi eftir dystin staðfesta, at teir við hesum høvdu vunnið seg upp á næstovasta sessin á stigatalvuni, nú B68 einki fekk í Vági. Sum so mundi tað eisini vera ein lítil troyst, men tað er tó eingin loyna, at talan alt í alt var um vónbrotnar leikarar, sum fingu heiðursmerkini hongd um hálsin. Frá byrjan varð lagt upp til, at hetta liðið skuldi vera tað sterkasta í landinum, men alt ov ofta høvdu mongu stjørnurnar á liðnum ilt við at finna saman til eina heild.
GÍ endaði árið á sjeynda plássinum við lakastu úrtøkuni, sum teir hava havt í fyrstu deild. Einki er tó at taka seg aftur í, at marginalarnir so avgjørt ikki hava verið við liðnum hetta kappingarárið. Skaðarnir hjá lyklaleikarum hava verið bæði nógvir og drúgvir, og so hevur unga manningin ikki havt neyðugu tyngdina til at halda liðnum har, sum teir vanliga meta seg hoyra heima. Í steypakappingini gjørdist tað tó til silvur, men hóast hetta man vera ein troyst, so var tað ikki nóg mikið at senda liðið út aftur í Europa komandi kappingarár.

Dysturin í tølum
GÍ-B36 1-4 (0-3)
0-1: Heðin á Lakjuni, 11
0-2: Allan Mørkøre, 21
0-3: Jens Kristian Hansen, 28
0-4: John Petersen, 71
1-4: Zdzislaw Janik, 90

GÍ: Hallur Hansen ? Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Kaj ennigarð, Leivur Hansen ? Súni Olsen, Zdzislaw Janik, Símun Samuelsen, Áslakur R. Petersen ? Hans Pauli Petersen, Bárður á Lakjuni
B36: Tróndur Vatnhamar ? Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson, Rúni Elttør, Sverrir Kjærbo ? Niels Joensen, Klæmint Matras, Jens Kristian Hansen ? John Petersen, Jákup á Borg, Heðin á Lakjuni