Silvurligan: Vunnu fyrsta settið móti sterkum eysturríkskum liði

Føroyska manslandsliðið avrikaði framúr væl móti sterkari mótstøðu

Mynd: FBF

Føroyska manslandsliðið í flogbólti avrikaði enn einaferð væl í silvurliguni.

 

Í ítróttarhøllini á Sandi framdu Føroyar ein hálva sensasjón við at vinna fyrsta settið 29-27 á krútsterka liðnum úr Eysturríki. Tað endaði við 3-1 sigri til Eysturríki, men bert ein blokkur við støðuna 24-21 til Føroyar í triðja setti bjargaði Eysturríki. Eysturríki megnaði at venda 21-24 til 26-24, og fór við settinum.

 

Menn kunnu iðra seg um fjórða settið, men kunnu annars lyfta høvdið høgt aftaná enn eitt gott avrik á heimavølli.

 

Føroyar-Eysturríki 1-3 (29-27, 17-25, 24-26 og 20-25).

 

Fríggjakvøldið vunnu Føroyar eisini fyrsta settið í dystinum móti Aserbadjan. Aserbadjan tapti annars 0-3 fyri Eysturríki.

 

Aserbadjan-Føroyar (17-25, 25-15, 25-22, 25-23)

 

Føroyar hava tvey stig aftaná fýra dystir. Men okkara hava so vunnið fimm sett, og hava samlaða settmunin 5-11.

 

Komandi leygardag klokkan 16 spæla Føroyar móti Luksemborg í georgiska høvuðsstaðnum, Tblisi. Dagin eftir klokkan 16 spæla okkara móti vertstjóðini, Georgia. 

 

 

 

Mynd: FBF