Kappast hevur verið um danmarksmeistaraheitið í frælsum ítrótti hetta vikuskiftið. Kappingarnar fóru fram á Aarhus Stadion, har heilt fitt av áskoðarum vóru møttir.
Tveir føroyskir luttakarar luttóku í kappingini. Hin 16 ára gamli Tórur Mortensen, sum luttók í trístøkk og longdarlopi, og Marna Egholm, sum luttók í 5000 metra renning. Sigast má, at tað gekst væl í hond hjá báðum teimum føroysku luttakarunum.
Leygardagin royndi Tórur seg í trístøkk. Fyrsta lop hansara gjørdist 13,58 metrar langt, og tað var nóg mikið at vinna silvur í DM-kappingini í greinini. Harafturat var lopið eisini persónligt met hjá bert 16 ára gamla Tóri.
Sunnudagin luttók Marna Egholm í 5000 metra renning. Hóast Marna megnaði at skera fýra sekund av føroyska metinum, sum Valborg Heinesen hevði sett árið fyri, so rakk hennara tíð ikki til finalupláss. Marna gjørdist nummar seks og setti føroyskt met í DM-kappiningini við tíðini 17.26,13.
Tað var meiningin, at ein annar føroyskur luttakari eisini skuldi vera við, men Hanus Bergsson, ið er spjótkastari, var somikið skaddur í sínum kastiarmi, at hann ikki fekk luttikið í kappingini.