Kendi tónleikarin Simme Arge Jacobsen fekk navnið Bjarni, men tað varð ongantíð brúkt, og í vaksnum aldri skifti hann fornavn.
– Ætlanin var, at eg skuldi eita Sigmund eftir abba mínum. Eg var nakað sjúkur sum smábarn, og tí gekk tað hálvtannað ár, til eg eg fekk navn. Tá vóru tveir aðrir Sigmundar komnir í familjuna, og tí fekk eg navnið Bjarni, sigur Simme við Sosialin um vikuskiftið.
Av praktiskum ávum valdi hann at fáa sær Simme sum formligt fornavn. Hann søkti hjá Ríkisumboðsmaninum, og nakað seinni kom játtandi svar.
– Drotningin gav mær nýggja navnið, tí eg fekk eitt flott skriv frá drotningini, har mítt nýggja navn var góðtikið. Tað gjørdi alt lættari, at eg eisini æt Simme á pappírinum, sigur Simme Bjarni Arge Jacobsen við Sosialinum vikuskiftið.
Í VikuskiftisSosialinum er tema um serstøk fólkanøvn sum Dagur, Sól, Dýrd, Gnippa, Ólherji, Sproti og onnur. Í blaðnum er frágreiðingar og søgur um tey einnevndu og tey við serstøkum nøvnum.