Simona Petersen, sum áður hevur spælt við Stjørnuni, vísti ein øgiligan vinnaravilja, nú hon við Tjaldri var í finaluni ímóti gamla felagnum: ? Eg vildi bara vinna, segði hon. Tann spælarin hjá Tjaldri, ið kanska mest av øllum útstrálaði ein vinnaravilja, var Simona Petersen, ið eisini varð kosin besti spælari hjá Tjaldri eftir dystin. ? Eg gjørdi mítt besta og gjørdi alt, sum eg kundi. Eg vildi bara vinna, so nú eri eg ordiliga glað, segði Simona, ið hevði sett sær fyri, at hon ikki skuldi koma tómhent heimaftur, men skuldi hava steypið við sær. Tað gjørdi hon eisini, og hennara partur lá ikki eftir!
Adina Petrea gjørdist toppskjútti hjá Tjaldri við 11 málum, men hon hevði fleiri orsøkir til at frøast, tí hóast hon sum hondbóltsspælari hevur upplivað nógv, var hetta fyrstu ferð, hon stóð sum steypavinnari: ? Tað er ótrúliga deiligt at vinna steypakappingina fyri fyrstu ferð, og eisini deiligt, at tað er fyrstu ferð við Tjaldri, segði Adina, sum helt, at alt liðið átti sigurin: ? Vit vóru allar um tað, tí vit spældu sum eitt lið og vit vunnu, segði hon.
Venjarin hjá Tjaldri, Trygvi Mortensen, hevur upplivað steypafinalur fyrr, men ikki sum partur av øðrum liðnum: ? Sum dómari havi eg verið í finaluni fyrr, men at vera við sum venjari, er heilt fantastiskt. Karmarnir um dystin vóru øgiliga góðir, so hetta var fantastiskt, segði Trygvi, sum var væl fyrireikaður til finaluna: ? Vit fingu taklað Stjørnuna, akkurát sum vit ætlaðu, og eisini vísti tað seg, at Stjørnan tók okkum upp tann mátan, sum vit høvdu væntað. Men fyrst og fremst var tað í verjuni, at vit vunnu, segði Tjaldurs-venjarin.