Símun: Vuvuzela ljóð í oyrunum enn

(Eg og mítt HM) Símun Samuelsen væntar, at Robin Van Persie ger bart í Brasil

Símun Samuelsen er eitt vælkoent navn í føroyskum fótbólti. Hann hevur seinnu árini spælt við HB og á A-landsliðnum, umframt at hann hevur verið fulltíðarfótbóltsspælari í Íslandi og eitt skifti í Noreg.

 

Símun hevur eisini verið at hoyrt nógv á Rás2, har hann hevur verið partur av Fótbóltspanelinum og verið viðmerkjari í samband við landsdystir, tá hann í fjør hevði drúgvan skaða.

 

Eg og mít HM við Símun Samuelsen:

 

Hvussu kemur HM at ávirka títt summar og hvussu nógv fert tú at fylgja við?

 

- HM kemur at ávirka summarið nógv. Eg hyggi eftir teimum dystum, sum eg havi møguleika fyri at síggja. Fyri mítt viðkomandi, er eingin dystur sum ongan áhuga hevur, teir eru allir spennandi uppá hvør sín máta.

 

Hvørjum fert tú at halda við og hví?

 

- Eg haldi við Portugal. Orsøkin er, at eg í einum EM dysti ímillum Ongland og Portugal í ár 2000, bleiv imponeraður av spælinum hjá teimum. Teir vóru aftanfyri 2-0, men vunnu alíkavæl, við einum sera góðum málið frá Luis Figo.

 

Hvat gleðir tú teg mest til í samband við HM?

 

- Tað er fyrst og fremst tað góða fótbóltsspæli, sum vit vónandi fáa. Annars er tað alt tað vanliga rundan um eitt endaspæl.

 

Hvat er títt fyrsta HM minni?

 

- Tað er HM í USA í 94 - tá Roberto Baggio brendi straffi.

 

Hvat HM endaspæl stendur sterkast í minninum?

 

- Tað má vera tað síðsta HM sum var í Afrika. Eg havi enn ljóði frá vuzuelanum í høvdinum.

 

Hvør væntar tú vinnur HM?

 

- Brasil, tí teir eru á heimavølli.

 

Hvør væntar tú stendur eftir sum besti spælarin í HM 2014?

 

- Robin Van Persie

 

Les eisini: (Eg og mítt HM 1) Lars Olsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 2) Gunnar Nielsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 3) Øssur Hansen

Les eisini: (Eg og mítt HM 4) Hans Fróði Hansen

Les eisini: (Eg og mítt HM 5) Hjalgrím Elttør

Les eisini: (Eg og mítt HM 6) Súni Olsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 7) Lissi Mouritsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 8) Høgni Hoydal

Les eisini: (Eg og mítt HM 9) Heidi Sevdal

Les eisini: (Eg og mítt HM 10) Tórður Thomsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 11) Atli Gregersen

Les eisini: (Eg og mítt HM 12) Jóan Símun Edmundsson