Sinisa Mihajlovic er deyður 53 ára gamal

Sinisa Mihajlovic vann fimm undankappingardystir móti Føroyum við jugoslaviska landsliðnum

Ein stór jugoslavisk/serbisk fótbóltslegenda er farin foldum frá.

 

Sinisa Mihajlovic sum fimm ferðir vann á Føroyum í EM og HM-undankappingardystum er deyður av krabbameini. Hann var bert 53 ára gamal.

 

Í italsku Seriu A er hann ein stór legenda, tí hann megnaði at skora ikki færri enn 28 frísparksmál í bestu italsku deildini. 

 

Sinisa Mihajlovic var verjuleikari, men hansara dygdir sum frísparksskjútti gjørdi, at hann skoraði væl fleiri mál enn vanligt er hjá verjuleikarum. 

 

Hann fekk sítt gjøgnumbrot við Vojvodina bert 19 ára gamal. Hann spældi 73 dystir og skoraði 19 mál fyri Vojvodina, árini 1988-1990.

 

Árini 1990-1992 spældi Sinisa Mihajlovic 38 dystir og skoraði níggju mál fyri Reyðu Stjørnu Beograd. Í hesum tíðarskeiðnum eydnaðist tað honum at vinna Champions Cup, sum Champions League æt tá í 1991. Hann vann jugoslaviska meistaraheitið við Reyðu Stjørnu í bæði 1991 og í 1992. Í 1991 vann hann eisini Intercontinental Cup við Reyðu Stjørnu.

 

Millum 1992 og 2004 spældi Sinisa Mihajlovic við Roma, Sampdoria, Lazio og Inter Milan. Sinisa Mihajlovic spældi 315 almennar dystir í italskum fótbólti, har hann skoraði 38 mál, harav 28 upp á beinleiðis fríspark.

 

Serliga tíðarskeiðið við Lazio millum 1998 og 2004 var framúr. Har eydnaðist tað Sinisa Mihajlovic saman við Lazio at vinna Seriu A í 2000, Coppa Italia í 2000 og 2004, UEFA Cup í 1999, og UEFA Super Cup í 1999.

 

Tað gekk eisini væl í AC Milan. Sinisa Mihajlovic vann Seriu A saman við AC Milan í 2006. Og saman við AC Milan vann hann Coppa Italia í 2005 og 2006.

 

Millum 1991 og 2003 spældi Sinisa Mihajlovic 63 landsdystir fyri Jugoslavia, og hevði tað ikki verið fyri altjóða stongsulin millum 1992 og 1996 hevði hann spælt væl fleiri landsdystir.

 

Tað merkisverda er, at heili fimm av hesum 63 landsdystunum vóru móti Føroyum í HM- og EM-undankappingardystum. 

 

Sinisa Mihajlovic var við til at vinna 7-0 á Føroyum í HM-undankappingardysti í Beograd 16. maj í 1991.

 

Tá Jugoslavia spældi fyrsta kappingardystin aftur aftaná stongsulin var tað í einum EM-undankappingardysti móti Føroyum í Beograd 24. apríl í 1996. Sinisa Mihajlovic var við á jugoslaviska liðnum, ið vann 3-1 á Føroyum tað kvøldið. 

 

6. oktober í 1996 var Sinisa Mihajlovic við jugoslaviska landsliðnum á Svangaskarði, og vunnu jugoslavar ein knúsandi 8-1 sigur á Føroyum. Tapið er tað størsta vit hava havt í einum altjóða dysti. 0-10 tapið fyri Íslandi B á útivølli í 1962 er søguliga tað størsta tapið hjá føroyska landsliðnum.

 

6. juni vitjaði Sinisa Mihajlovic saman við jugoslaviska landsliðnum á Tórsvølli, har teir aftur í einum EM-undankappingardysti vunnu stórsigur á Føroyum. Hesaferð 6-0.

 

15. august sloppu vit væl við einum 0-2 tapi í Beograd, men tá skoraði Sinisa Mihajlovic sítt fyrsta og einasta mál ímóti Føroyum í 22. minutti. Okkara menn hildu 0-1 til næstan dystarenda áðrenn Miroslav Dukić økti til 2-0.

 

##med2##

 

Sinisa Mihajlovic var hjálparvenjari hjá Inter Milan millum 2006 og 2008. Millum 2008 og 2022 var hann venjari hjá bæði Bologna, Catania, Fiorentina, serbiska landsliðnum, Sampdoria, AC Milan, Torino, Sporting Lissabon, og seinnu árini aftur hjá Bologna. 

 

Tað eydnaðist ikki Sinisa Mihajlovic at vinna nakað heiti sum venjari.

 

Í Serbia og í Italia hevur hann legendustatus, og í Serbia og Italia syrgja tey sáran nú Sinisa Mihajlovic er farin foldum frá.

 

Og tvær ferðir var hendan stóra serbiska frísparkslegendan í Føroyum og spældi móti okkara landsliði.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Sinisa Mihajlovic í jugoslaviska landsliðsbúnanum