Fyri tíggju árum síðani var Line Risberg ein genta, sum dámdi væl at ganga í skúla. Hon dugdi væl, og fekk ongantíð lægri próvtal enn 10.
- Eg elskaði at ganga í skúla. Aftaná fólkaskúlan fór eg í HF, tí har skal man til próvtøku í øllum lærugreinum.
Tá Line var liðug við HF fann hon útav, at hon ætlaði sær at ferðast kring heimin.
- Eg hevði hoyrt um eina arbeiðslegu í Onglandi, har ein kundi fáa arbeiði í ein dag í senn. Mítt fyrsta arbeiði var at flysa súrepli. Eg dugdi so væl at flysa súrepli, at eg fekk sáttmála uppá arbeiðið, og flusti súrepli í 12 tímar hvønn dag. Arbeiði var ikki serliga spennandi, tað sum var stuttligt, var at vera saman við hinum á arbeiðsleguni um kvøldarnar.
- Eg royndi at finna mær nakrar ferðafelagar, at ferðast runt heimin við. Eg bleiv góður vinur við ein bólk av ungum úr Avstralia, og bleiv forelskað í einum, sum at Stuart.
Saman við Stuart møtti Line nakrar av hansara vinum. Hon gjørdist kløkk tá tey komu inn í eitt lítið rúm, har ellivu fólk sótu og royktu hash.
Rúmið var tjúkt av royki og vinfólkini hjá Stuart sótu og flentu býtt og høvdu ósamanhangandi samtalur.
- Eg helt at tað var ólekkurt og hevði slett ikki hug at royna at roykja hash. Men eg føldi at eg slett ikki var við í tí felagsskapinum, sum tey høvdu.
Tey tosaðu bara um hvussu gott vikuskiftið hevði verið, og hvat tey skuldu næsta vikuskifti. Tey nýttu nógv orðið ecstasy. Line visti ikki hvat ecstasy var, og tá hon spurdi, flentu tey eftir henni og søgdu, at tað var als ikki vandamikið og at eingin av teimum var vorðin sjúkur, av at nýta tað.
Tekno veitsla
Eitt vikuskifti spurdu tey avstralsku vinfólkini, um Line hevði hug, at koma við í teatur. Tá tey komu til teatrið, vísti tað seg at vera eitt niðurlagt teatur, sum hevði staði tómt í 20 ár. Allir stólarnir vóru tiknir út, og í staðin var tað fylt við 3000 fólkum, nøkrum stórum hátalarum og tekno tónleiki.
- Eg stóð ein tíma í bíðirøð uttanfyri, og hugsaði, at hatta mátti vera heimsins vánaligasti plátuvendari. Hann hevði ikki skift lag eina einastu ferð.
- Har vóru 3000 fólk, sum dansaðu til henda ræðuliga tekno tónleikin, og tey sóu út til at hugna sær. Ein av gentunum segði við meg Er tað ikki deiligt Line, nú skulu vit dansa í 12 tímar.
- Stuart bleiv burtur, tá hann kom aftur, deilir hann ecstasy tablettir út til vinirnar, sum tað var tað mest natúrliga tingið í heiminum. Men eg tók onga. Men vinfólkini blivu enn meira løgin, enn tey vóru frammanundan.
Ein fjórðings tablett
- Eg hugsaði at eg skuldi eisini hava tað stuttligt, so eg fór móti barrini og ætlaði at drekka meg fulla. Men í barrini høvdu tey bara appilsinir, ísternigar og vatn. Eg var skuffað og hugsaði, at so kundi eg bara fara út í bussin, sum vit vóru komin við, og sova í 12 tímar. Á veg út møtti eg einari danskari gentu, sum eg kendi, sum æt Anna. Anna bað meg ikki ríma, og koma út á vesi við sær. Á vesinum tók hon eina hvíta ecstasy tablett fram. Hon breyt hana og rætti mær eina fjórðings tablett.
- Tá man fær eina fjórðings tablett kann man hugsa tvey ting. Tað fyrsta er. Er hon so gírig, at hon bara vil geva mær ein fjórðing?. Men Anna visti nakað, sum eg ikki visti. At upp ímóti 10 prosent av øllum ungum hava allergi fyri rúsevnum. Ikki vanligt allergi, har tey fáa útbrot, men at tey doyggja á staðnum av einari tablett.
Hin tankin man kann fáa er, at handa lítla tablettin er ikki serliga ræðandi, og tað var júst tað eg hugsaði. Eg tók ímóti tablettini og tók hana saman við eitt sindur av vatni.
- Tónleikurin byrjaði at gerast betri og betri. Eg byrjaði at síggja alt so klárt. Og eg kendi meg fullkomiliga eydnusama.
- Hetta var eydnuríkasta kvøld í mínum lívi.
Eftir hetta gjørdist Line ein partur av felagsskapinum, og gjørdist bundin av ecstasy.
- Ein verður ikki fysiskt bundin av ecstasy, sum av øðrum rúsevnum. Men tað er meira sálarligt og sosialt. Tá man er bundin av ecstasy, hevur man brúk fyri hesi kensluni av eydnu.
Vetrardepressión
Eftir eina tíð, byrjaði Line at broytast. Hon helt, at tað var ein vetrardepressión, sum er nakað, ið liggur til familjuna.
- Eg byrjaði at merkja at eg ikki mintist so væl. Eg kundi sita og tosa við vinirnar og mitt í tí heila gloyma, hvat tað var vit tosaðu um.
Line byrjaði at skulka frá arbeiði og bleiv uppsøgd. Hon fór heim til Danmarkar at halda jól og nýggjár saman við familjuni og ætlaði at tjena eitt sindur av pengum. Uppá 10 dagar bleiv hon uppsøgd frá trimum arbeiðum, tí hon kláraði ikki at møta til tíðina, og kláraði ikki at konsentrera seg um tað, hon skuldi gera.
Tað einasta arbeiði hon kláraði at hava var at ganga við bløðum. Í januar hevði hon nokk pengar, til at fara til Suðurafrika saman við Stuart og vinfólkunum. Í Suðurafrika tekur Line sína fyrstu ecstasy tablett í 2 mánaðir. Hon gloymir alt um vetrardepressión og er sera eydnusom. Men eftir hetta tímir hon ikki at vera saman við vinfólkunum.
- Eg byrjaði at hugsa um at gera sjálvmorð, men tordi ikki at siga tað við nakran. Eg dugdi ikki longur at kenna mun á veruleika og fantasi, tað var serliga ringt tá tað var myrkt, og tí gjørdist eg eisini bangin fyri myrkri.
Øvugt ávirkan
Til eina veitslu á eini strond tekur hon eina ecstasy, sum hon er von, men ávirkanin er ikki tann sama sum vanligt. Hon verður bangin, fer at gráta, svímar og tey fara heim. Line greiðir Stuart frá um sína depressión og sjálvmorðstankar, og hann sigur, at tey skulu finna sær eitt fast stað at búgva og fast arbeiði.
Tey fara til Malaisia, men í flogfarinum fær Line tað ringt og heldur, at hon fer at doyggja. Í Malaisia verður hon innløgd á sinnissjúkrahús. Síðan fara tey til Avstralia og búgva hjá familjuni hjá Stuart. Mamma hansara er psykolog og heldur at Line hevur nervasamanbrot.
Meðan hon er í Avstralia tekur hon ongantíð ecstasy.
- Eg byrjaði at lesa tvey fak, sum eg ætlaði til próvtøku í, tá eg kom aftur til Danmarkar, men eg mintist einki av tí sum eg las. Eg byrjaði at skriva notur, men mintist framvegis einki.
Pápi Line ringdi til Avstralia og segði henni, at hon var upptikin á dreymaútbúgvingini á RUC. Hon valdi tí at flyta aftur til Danmarkar. Hon roynir at fáa arbeiði, men klárar ongantíð at hava tað í longri enn tríggjar dagar í senn.
Tað gongur upp fyri Line, at henda vetrardepressiónin hon hevur haft, nú hevur vart í eitt heilt ár. Hon byrjar at lesa um depressiónir og um rúsevni. Hon finnur útav at hjáárinini av at taka ecstasy kunnu vera djúpar depressiónir. Um ein ecstasy misnýtari gerst við barn er stórur vandi fyri at barnið verður heilaskatt. Og 15 ár eftir, at man er vorðin sjúkur av at nýta ecstasy, kann heilaskaði mátast, hetta sæst aftur bæði við at misnýtarin missir evnini at taka nýggja læru til sín, og at hann gloymir sera illa.
Tá Line fer til próvtøku sum multimedie designer, dumpar hon í øllum lærugreinum.
Sjálvmorðsroynd
Line fungerar sum eitt vanligt fólk, men hon fær eitt black-out, har hon ikki minnist nakað av tí hon hevur gjørt.
- Eg fekk eitt black-out. Seks tímar seinni kom eg til mín sjálvs. Eg hevði stóð á 16. hædd á einum háhúsi og var klár at leypa. Eg kom til mín sjálvs, tá eg kendi kann kalda vindin í andlitinum
- Tá man tekur ecstasy missir man evnini at verða glaður, man missir evnini til at blíva forelskaður og eftir at hava tikið ecstasy 12 ferðir uppá eitt ár, endaði eg á takinum á einum háhúsi.
Eftir hetta kom ein long tíð við viðgerð, har Line var innløgd á sinnissjúkrahúsi. Hon fekk viðgerð frá einum sinnissjúkralækna, men av tí at hon ikki tordi at siga, at hon hevði tikið rúsevni, fekk hon skeivan heilivág.
Í hennara sjúkrabók stendur, at hon er psykotisk, hevur roynt at gera sjálvmorð og er skisofren. Hon var innløgd á sinnissjúkrahúsi í 4 ár, sum hon einki minnist frá.
Ver erlig
Tá hon kemur út aftur, kemur hon í samband við ein misnýtslu serfrøðing, og hon finnur út av, at hon ikki er tann einasta, sum hevur henda trupulleika. Misnýtsluserfrøðingurin ráðar henni til at vera erlig fyri læknunum og foreldrunum. Tað ger hon. Læknin kann nú geva henni rætta heilivágin og røttu viðgerðina. Foreldrini eru skuffaði yvir, at hon hevur logið fyri teimum, men lova altíð at stuðla henni.
Line blívur forlovað við besta vinmanni sínum, og tey royna at fáa børn. Men læknin sigur henni, at um hon gerst við barn, er møguleikin fyri at barnið er heilaskatt 80 prosent, bæði tí hon hevur verið rúsevnis misnýtari og tí hon hevur fingið so nógvan heilivág.
Venja heilan uppaftur
Line byrjar at halda fyrilestur fyri ungdómi, og greiðir frá sínari rúsevnis misnýtslu. Læknarnir finna útav, at endurtøkurnar eru góðar fyri heilan hjá Line, og á henda hátt kann hon læra at minnast aftur.
Hóast læknarnir høvdu biði hana sligið seg til tols við, at hon ikki fór at fáa børn, finnur Line útav, at hon er við barn í triðja mánaði.
Line vitjar tríggjar ymiskar serfrøðingar, sum ikki halda, at hon sálarliga er nóg sterk at uppala eitt barn við heilaskaða. Men Line kemur ongantíð so langt sum at skula taka valið, um hon vil hava fosturtøku, tí hon missir barnið.
- Nú havi eg eitt gott lív aftur. Tað er bygt upp um mína familju, men eg havi sligið meg til tols við, at eg ikki fari at fáa míni egnu børn. Eg kann ikki kenna gleði og kann ikki gerast forelskað. Men eg dugi betri at konsentrera meg nú, tí eg havi eitt arbeiði, við nógvum endurtøkum. Læknarnir hava sagt mær, at tað fer at taka 15 ár at venja heilan aftur, til tað hann var fyri 10 árum síðan.