Talan er um 22-ára gamla Jonny Evans, ið hevur skrivað undir ein fýra ára sáttmála við ensku meistarnar, Manchester United. Jonny Evans byrjaði at gera um seg á Manchester United liðnum í 2007, men hann hevur fyri tað mesta staðið í skugganum av Rio Ferdinand og Nemanja Vidic, ið hava verið fyrsta val í miðverjuni.
- Jonny hevur skrivað undir ein nýggjan sáttmála. Vit hava arbeitt uppá hetta í nakrar mánar og eg eri fegin um at hann hevur skrivað undir, sigur venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson.
Jonathan Grant Evans, sum er hansara fulla navn, er føddur í Belfast í Norður Írlandi og hevur spælt 19 landsdystir. Hann kom til Manchester United í 2004 og hevur verið leigaður út til Sunderland tvær ferðir og Royal Antwerp í Belgia eina ferð. Føroyar eru í bólki saman við Norður Írlandi í undankappingini til komandi EM.