Á bygdaráðsfundi 12. januar 2016, varð samtykt at seta Siri Næs Olsen sum leiðara fyri dagstovnaøkið í Hvalbiar Kommunu.
Siri er útbúgvin námsfrøðingur og hevur seinastu 10 árini starvast sum leiðari og námsfrøðingur í fríðtíðarskúlanum, Smæran, hjá Tvøroyrar Kommunu.
Hon er ættað úr Hvalba, men búsitandi í Trongisvági.
Siri byrjar í starvinum í komandi viku.
Tað komu 5 umsóknir inn til starvið sum leiðari fyri dagstovnaøki í Hvalbiar Kommunu.
Hvalbiar Kommuna hevur fram til 1. januar 2016 havt samstarv við Tvøroyrar Kommunu um barnaansingarøki, men gjørdi kommunan av at uppsiga hetta samstarvið.
Hvalbiar Kommuna byggir í løtuni barnagarð, sum væntandi verður liðugur um ársskiftið 16/17
Kelda: hvalba.fo