Hóast samgongan og Sjálvstýri mátti sleppa ætlanini at brúka 15 milliónir krónur upp á eina nýggja heilsumiðstøð í Klaksvík, ið skuldi halda til í hølunum hjá Norðoya Røktarheim, so er málið ikki heilt deytt enn.
Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, setir nevniliga málið á skrá í løgtingsfundinum í morgin, tá munnligir fyrispurningar eru á dagsskránni.
Løgtingsmaðurin fer eftir ætlan at seta Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, fýra spurningar viðvíkjandi nýggju hjá landsstýrinum innan kommunulæknaøkið, og spyr tingmaðurin fyrst, um nær og hvør hevur tikið tí avgerð, at landið yvirtekur skyldurnar hjá kommununum at útvega og reka kommunulæknaviðtaluhølini?
Harnæst ynskir tingmaðurin at fáa greiðu á, um hvussu landið ynskir at loysa fíggjarliga partin mótvegis teimum kommunum, ið longu eru farin í holt við ella hava gjørt íløgur í kommunulæknaviðtalur.
Harumframt fer løgtingsmaðurin at spyrja, um hvussu nógv hetta fer at kosta landskassanum, og hvat kommunurnar siga til broytingina.