Sirkus Barcelona heldur fram

La Liga: Ongin dagur uttan eina nýggja søgu um tað, sum eftirhondin er blivið til “Sirkus Barcelona”

Meðan Real Madrid í gjár vann UEFA Super Cup steypið við einum skilagóðum avriki, og alt tykist róligt og væl til rættislagt í høvðusstaðarfelagnum, so heldur sirkusið fram hjá kappingarneytunum úr FC Barcelona.

 

Nýggjastu søgurnar úr katalanska stórfelagnum eru, at Franck Kessié og Andreas Christensen kunnu skifta frítt, um FC Barcelona ikki megnar at skráseta teir áðrenn fyrsta dystin í landskappingini, sum verður leygarkvøldið.

 

FC Barcelona skyldar so nógvar pemgar, og hevur so stórar útreiðslur av lønum, at La Liga ikki vil skráseta nýggju spælararnar. FC Barcelona hevur keypt Robert Lewandowski, Raphinha og Jules Koundé. Teir eru knýttir at FC Barcelona óansæð hvat hendir fram til leygardagin.

 

Franck Kessié og Andreas Christensen eru hinvegin komnir til felagið, eftir at sáttmálarnir hjá teimum við ávikavist AC Milan og Chelsea gingu út. Spanskir miðlar skriva, at teir báðir hava eina áseting í sáttmálanum, sum sigur at teir frítt kunnu fara víðari, um teir ikki verða skrásettir til dystin leygarkvøldið.

 

FC Barcelona roynir at fáa fleiri spælarar út. Teirra millum eru Martin Braithwaite, Samuel Umtiti og Frenkie de Jong. Teir báðir fyrrnevndu verða ikki saknaðir, men orsøkin til at selja Frenkie de Jong er bara fíggjarlig. Hann vil ikki niður í løn og fekk eina risa lønarhækkin stutt fyri forsetaskifti. Nýggi forsetin heldur fyri, at eina slík lønarhækkin er ólóglig.

 

Frenkie de Jong hevur verið settur í samband við Manchester United, men søgan sigur, at hann ikki ynskir at spæla í Europa League. Ein boðskapur, sum Cristiano Ronaldo eisini hevur verið frammi við. Nú ljóðar, at Chelsea er sinnað at keypa Frenkie de Jong.

 

Gongur tann handilin ígjøgnum verður sagt, at FC Barcelona eisini fer at keypa Bernardo Silva frá Manchester City, fyri síðani at smekka vindeygað aftur í eina tíð, tí tá skal skuldin rindast niður.