-Eg sakni okkurt øðrvísi í Føroyum. Okkurt, sum ikki er mainstream, og tað er endamálið við Sirkus, sigur Sunnvá Háberg Eysturstein, ein av eigarunum av Sirkus. Fyri stuttum lat enn ein barr upp í miðbýnum í Havn. Talan er nevniliga um barrina við heitinum Sirkus, og ein av eigarunum er Sunnvá Háberg Eysturstein, sum annars er kend frá G! Festivalinum og Undirbeat.
Hon hevur nú latið eina barr upp í hjartanum í Havn, og hon hevur øðrvísi ætlanir fyri Sirkus, enn tað vit frammanundan hava sæð í Føroyum.
-Eg eri so troytt av mainstrem barrum, sum allar líkjast á onkran hátt, og eg vil ikki hava mainstream tónleik og tónleikarar í Sirkus, sigur Sunnvá Háberg Eysturstein.
Hóast bert fáar vikur á baki, so er Sirkus longu vorðin ein populer barr, og hvørt vikuskiftið er fult hjá Sunnvu.
-Vit hava fólk á vitjan hvønn dag, men í vikuskiftunum er fult av fólki, sigur Sunnvá Háberg Eysturstein.
Øðrvísi tilboð
Ein av ætlanunum hjá Sunnvu er, at tað frameftir skulu verða ymisk vikulig tilboð í Sirkus. Eitt nú er ætlanin at hava livandi tónleik hvørt hóskvøld, ost og vín tilboð hvørt mikukvøld og Sirkus Bio hvørt týskvøld, har ymsir øðrvísi filmar verða vístir. Og í kvøld byrjar livandi tónleikur við Lady Fire, sum er fyrsti bólkurin, ið framførur har.
-Vit hava ikki góðar umstøður til livandi tónleik, men tað er eisini ein partur av sjarmuni. Tað verður intimt og hugnaligt, og soleiðis skal tað eisini verða, sigur Sunnvá Háberg Eysturstein.
Hvørt vikuskiftið bjóðar Sirkus til dj tónleik, har ein kann hoyra alt frá techno til 90?ara popp.
-Hóast mong vænta, at vit bert hava Undirbeat tónleik í Sirkus, so er tað kortini ikki so. Vit hava allan møguligan tónleik, bara ikki tað mainstreams úrvalið, sum fólk eru vorðin troytt av, sigur Sunnvá Háberg Eysturstein.
Hennara fremsti boðskapur er, at fólk skulu uppliva okkurt øðrvísi, tá ið tey koma í Sirkus.