Tala er um ognina í Gríms Kambans Gøtu 2 í Havn, har Jóan Jakku áður seldi skógvar – og har sum skeinkistaðið Sirkus hevur hildið til seinastu árini.
Upplýst verður, at grundøkið er til víddar 208 fermetrar, og at bygningurin er í trimum hæddum, har hvør hæddin er umleið 60 fermetrar við tilhoyarndi síðubygningi í tveimum hæddum upp á umleið 30 fermetrar hvør.
Upplýst verður eisini, at bygningurin er sera væl egnaður til eitt hvørt vinnuligt endamál, herundir sum vertshús ella skeinkistað.
Prísuppskotið er 5,5 milliónir krónur.