Sirkus FIFA heldur fram

Enn ein ovasti í FIFA skuldsettur fyri lógarbrot.

Nú er enn ein ovasti í FIFA skuldsettur fyri lógarbrot. Hesaferð er talan um Jerome Valcke, aðalskrivara í FIFA. 

 

FIFA sjálvt hevur í dag sent Jerome Valcke í farloyvi og loyst hann frá øllum uppgávum umgangandi, skrivar felagið á heimasíðu síni. Hetta verður gjørt meðan etiska ráðið hjá FIFA kannar skuldsetingarnar móti Jerome Valcke.

 

Sambært útlendskum miðlum, er Jerome Valcke skuldsettur fyri at hava selt atgongumerki til HM í fótbólti í Brasil í 2014 fyri so nógv sum tríggjar ferðir marknaðarprís. Peningin hevur hann síðani koyrt í egnan lumma.

 

Jerome Valcke, sum hevur verið aðalskrivari í FIFA síðani 2007 og høgra hond hjá forsetanum í FIFA, Sepp Blatter, noktar seg sekan í skuldsetingunum. 

 

Í juni mánað handtók løgreglan í Sveits sjey umboð fyri FIFA á aðalfundinum hjá felagnum. Teir eru síðani, saman við tveimum øðrum umboðum fyri FIFA, skuldsettir fyri mutur. Hetta hendi dagar undan forsetavalinum, sum Sepp Blatter vann. Beint eftir valið kunngjørdi Sepp Blatter tó, at hann tekur seg aftur sum forseti í FIFA. Nýtt forsetaval verður væntandi í desembur.