Marknaður
Nú nøkur fjøll longu eru gingin, og onnur standa fyri, røktist einki fyri, at nakar bjóðaði seg fram at keypa seyðaskinn í ár. Um eingin keypari meldaði seg, endaðu øll skinnini á brennistøðunum í Havn og Leirvík.
Men soleiðis verður ikki kortini.
Nú hevur ein keypari sagt seg vilja keypa øll væl hagreidd og saltaði seyðaskinn, sum koma frá flettingini í heyst.
Keyparin er Sirri hjá Árna Brattabergi.
Garvast í Portugál
Árni sigur, at fólk, sum hava seyð at fletta, hava heitt á hann um at finna onkran møguleika, soleiðis at sleppast kann av við skinnini.
- Vit hava nógv sambond kring um heimin, og nú hava vit gjørt avtalu við eitt virki í Portugál sum garvar um at garva øll væl hagreidd seyðaskinn fyri okkum, sum vit kunnu keypa í Føroyum.
Stjórin í Sirri vísir á, at lítið og einki fæst fyri saltað seyðaskinn í útlandinum, og tí er neyðugt at gera meira við tey, áðrenn tey kunnu seljast fyri nakað serligt.
- Skipanin verður hon, at virkið í Portugál nú fer at garva skinnini fyri okkum, sum síðan letur virkið okkum tey aftur at selja til aðrar keyparar.
Hann sigur, at felagið nú fer at leita upp marknaðir fyri garvaðu skinnunum.
Serkøn fólk
Seyðaskinnini skulu verða íligin, áðrenn tey verða heintað í bingjur, og tí verður móttøkan helst í viku 47 – ella umleið 20. november.
Árni Brattaberg sigur, at tvey fólk, sum starvast á virkinum í Portugál, koma til Føroya at standa fyri móttøkuni. At fólk koma higar, er fyri at tryggja, at skinnini, sum keypt verða, eru í lagi.
- Vit fara at keypa úr øllum landinum, og seinni fara vit at kunna um, hvussu sjálv móttøkan verður skipað.
Stjórin sigur, at felagið hevur gjørt av at lata 20 krónur fyri hvørt skinnið afturfyri Sirri-vørur, og tá fólk vilja hava pengarnar út, fáa tey 10 krónur fyri hvørt skinnið, ið er væl hagreitt.
Fólk vita...
- Tey, sum fletta, vita, hvussu skinnini skulu hagreiðast. Vanligt er at siga, at eini trý kilo av salti fara til hvørt skinnið. Men hetta nýtist ikki at vera nýtt og óbrúkt salt. Tað ber væl til at salta við brúktum salti, sum fellir frá á fiskavirkjunum, sigur Árni Brattaberg, stjóri í Sirri, sum fegnast um, at rávøran, sum seyðaskinnini eru, ikki endar í brenniovnunum.