Trettan dagar eftir, at samráðingarnar millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum slitnaðu, sita partarnir loksins aftur við samráðingarborðið.
Klokkan níggju í morgun møttust partarnir til eina nýggja semingsroynd. Tað er komið í lag, eftir at Semingsstovnurin seinastu dagarnar hevur havt fleiri fundir við stríðandi partarnar fyri at vita, um tað bar til at fáa tey at nærkast so mikið, at tey kundu fara undir realitetssamráðingar aftur. Og á fundi millum partarnar í gjár bleiv mett, at útlit nú vóru fyri, at farast kundi fara aftur til samráðingarborðið.
Við virðing fyri nýggju samráðingunum hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar eisini fyribils útsett at víðka verkfallið. Eftir ætlan skuldi verkfallið í morgun víðkast til eisini at fevna um sjúkrarøktarfrøðingarnar, ið starvast á B6 á Landssjúkrahúsinum. Teir sjúkrarøktarfrøðingar, ið frammanundan eru sendar heim í verkfall, eru tó ikki farin aftur til arbeiðis.
Hóast partarnir nú eru farin aftur til samráðingarborðið, so tykist enn, at langt er á mál, áðrenn ósemjan millum partarnir verður loyst. Síðan samráðingarnar slitnaðu hava partarnir alment víst lítla vilja fyri at flyta seg, men Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, segði tó við in.fo í gjár, at eingin fundur hevði verið í morgun, um partarnir ikki hava flutt seg eitt sindur.
Júst hvussu nýggju samráðingarnar hilnast frætta vit nærri um seinni í dag. In.fo fylgir málinum.