Tveir menn, sum hava sitið varðhaldsfongslaðir í Mjørkadali síðan 21. februar, skulu í hvussu er sita fýra vikur aftrat Teir vórðu tiknir ein mánamorgun, tá ið Norrøna kom úr Danmark. Annar maðurin var føroyingur og hin dani av øðrum etniskum uppruna.
Í grundlógarhoyrinum tá vórðu teir varðhaldsfogslaðir og at sita avbygdir í fýra vikur.
Týsdagin longi Føroya rættur varðhaldsfongslina, sum varð staðfest av Eystara landsrætti.
Rættarfundurin hesa ferð loysti menninar úr avbyrgingini, og syi at forða, at menninir fáa tosað saman, varð annar í gjár fluttur í varðhald í Danmark at sita.