Sita vinir Putins í Tinganesi?

»Vit vilja tryggja, at veiðan í Norð­ur­at­lants­havi er burðardygg«. Nakað soleiðis segði fiski­mál­a­ráðharrin við útvarpið mána­kvøld­­ið, tá spurt varð, um hann er farin at fyri­­reika samráðingar við Russland um nýggj­an fiskiveiðusáttmála.

Og tey eru farin at fyrireika seg. Onkur smá­vegis mótmæli, væntar lands­stýr­is­mað­­ur­­in í fiskivinnumálum sær, men hann vænt­­ar kortini ikki, at nógvar at­finn­ing­ar vera móti Føroyum fyri at gera fiski­vinnu­sátt­mála við Russland.

 

Tað er ikki altíð so lætt at skilja tað, sum pol­i­tikarar stinga út í kort­ið. Men er løg­mað­ur eins bláoygdur, sum fiski­mál­a­ráð­har­r­in, at hann heldur, at umheimurin ikki fer at finn­ast at okk­um, tá vit – sum um einki var hent, fara til Russ­land at taka lógv­a­tøk sam­an blóð­­dálk­­aðu hond­­u­­num hjá Putin, Lav­rov og hin­um mord­ar­u­num og kúg­ar­unum, sum stýra brots­mann­a­land­i­num Russlandi?

 

Álvaratos, hvussu hugsa hasir menninir, sum stýra í landsstýrinum? Hevur krígg­ið í U­kra­ina einki upp á seg, meinar fiski­mál­a­ráð­harrin enn, at »talan bara er um eina ó­semju«. Hasir menninir, sum stýra Russ­landi, og sum landsstýrið ætlar sær at gera nýggj­­an fiskiveiðusáttmála við, eru dráps­menn, sum ikki virða mannarættindi – og enn­­tá ikki trúgva upp á Várharra men uttan iva hin grábeinta, sum teir drepa frá hond, ikki bara hermenn, men eis­ini kvinnur og børn. Slík vittuggi skulu vit ikki samstarva við. Føroyar eiga ikki at gera nakra avtalu við bøl­mennini í Russlandi. Tað áttu vit at ver­ið ov góð til. Og at skjóta seg undir burð­ar­dyggan fiskiskap. Øll vita helst, at fisk­i­skap­ur­in hjá russum í føroyskum sjógvi neyvan er burðardyggur, og at teir stjala nógv meira, enn teir hava rætt til. So spurn­ing­ur­in er, um hasin russarasáttmálin er nak­að verdur fyri føroyska samfelagð, tá gjørt verður upp – eisini hvussu nógv hvør stjel­ur frá hvørjum.

 

Putin og Lavrov og hinir drápsmenninir kunnu bólkast saman við Hitler og Stalin og øðr­um blóðdálkaðum brotsmonnum úr søg­uni. Vit skulu ikki handla við slík fólk!

 

Øll eiga at kvetta alt samstarv við Russ­­land líka til landið tekur seg aftur úr U­kraina og Putin og drápsmenn hansara eru drign­ir til svars við altjóða dómstólar. Vit eiga ikki at vera svíkjararnir og stuðla og virða og heiðra hópdrápsmenn.  Um menn­inir í lands­stýr­inum eru vin­ir Russ­­lands, so eiga vit at fáa klókar kvinn­ur og aðr­ar menn at stýra í Føroyum!