Sjúklingar kunnu trygt koma á deildina

Óluva Hentze
deildarleiðari, landssjúkrahúsið

Viðmerkingar til sending í Útvarpi Føroya týsdagin 17.06.03., har tosað varð við mann, ið hevur verið fyri tí vanlagnu at gerast avlamin á alt ov ungum aldri.
Hóast hendingin fór fram fyri mongum árum síðani 1987 og 1995, varð sendingin kallað Føroyar í dag.
Í sendingini greiddi maðurin frá, at hann á Landssjúkrahúsinum varð fluttur á deild, har øll vóru í ørviti. Her má eg gera vart við, at tað á deildini fyri enduruppvenjing sjáldan eru fólk, sum eru í ørviti, og um so er, so er tað orsakað av tí heilaskaða, tey hava fingið. Nakað annað er við røktardeildini, har kemur tað fyri at fólk eru í ørviti.
Vónandi vita fólk flest tað, sum journalisturin ikki veit, ella vil vita, at røktardeildin á Landssjúkrahúsinum ikki er tað sama sum enduruppvenjingardeildin.
Deildarleiðarin var fyri grovum ákærum. Í hesum sambandi vil eg vísa á, at vit á deildini hava høg etisk virði og vildu aldrin farið so langt, sum at komið við slíkum úttalilsum ella, sum tað varð framlagt, hóttanum.
Tað harmar meg, at maður, sum tá hevði sítt heim á røktardeildini og var vælkomin har, varð nevndur, við bygdanavni ? var tað neyðugt?
Eg vil gera vart við, at eg ? undirritaða ? ikki var deildarleiðari ta tíðina, maðurin var innlagdur, eg var tá í farloyvi og búsitandi í Danmark.
At enda vil eg siga, at sjúklingar trygt kunnu koma á deildina, eingin verður hóttur við nøkrum sum helst.