Vágatingmenninir hava tosað saman og eru á einum máli um, at teir góðtaka ikki, at sjúkrabilarnir verða fluttir til Havnar at hava støð.
Sjúkrabilførararnir í Vágum hava boðað frá, at fáa teir ikki eina vaktarskipan, teir kunnu góðtaka, leggja teir arbeiðið niður tann 30. apríl. Teir hava í seks ár ella so roynt at fa eina skipan, sum gevur teimum samsýning fyri ta tíðina, teir ganga vakt, men hava einki fingið burturúr. Nú hava teir mist tolið, siga teir í brævi, sum sent er avvarðandi myndugleikum.
Men nú skal nakað henda, lova so teir, sum ábyrgdina hava. Tað vil siga landsstýrismaðurin við heilsumálum, eins og tingmenninir í Vágum, ið eisini vóru tingmenn tær báðar seinastu seturnar, nú eru komnir inn í málið.
Øgiliga neyðugt
Marjus dam, sambandsløgtingsmaður úr Vágum, er eisini kommunulækni í oynni.
Hann staðfestir, at tað er øgiliga neyðugt at hava sjúkraflutningstænastuna við støð í oynni. Skjót hjálp er góð hjálp, veit læknin, og tað kann i ávísum førum bjarga lívi, at bilurin er á staðnum tann hálva tíman fyrr, sum tað annars tekur at koyra úr Havn og vestur í Vágar, áðrenn síðan skal farast aftur til Havnar á sjúkrahús. Tað ræður altíð um at hava so stutta »transporttíð« sum gjørligt, vísir Marjus Dam á.
Vágar eru øki, har nógv fólk samlast. Hugsað verður sjálvandi um flogvøllin. Og tá nógv fólk eru saman, er eisini møguleikin fyri einumhvørjum hóttafalli tilsvarandi stórur. So sannlíki fyri at noyðast at brúka sjúrkabilar í Vágum er størri enn fólkatalið, sum skrásett er í kommununum í oynni, vísir. Fólki kann altíð bráddliga bila eitthvørt, og tá kann vera gott at hava hjálpina á staðnum. Bilarnir hava góða útgerð, og fólkið, sum koyrir teir, er útbúgvið til at brúka hesa útgerð.
Menninir, sum í áravís á sjálvbodnum grundarlagi í Bjargingarfelagnum hava koyrt bialrnar, hava gjørt eitt risaarbeiði, sigur Marjus Dam, kommunulækni. Vera bilarnir flutti til at hava støð í Havn, verður øll tilbúgvingarætlanin, teir eru partur av, torpederað, sigur hann.
Ikki upp á tal
So skiftir Marjus Dam kaskett. Gerst løgtingsmaður og verður bragdligari og títtari í orðalagi.
Tað kemur yvirhøvur ikki upp á tal at flyta bilarnar úr Vágum, staðfestir hann.
?Eg vil stríðast og strevast til síðsta blóðsdropa, fyri hesum málinum. Og tað skuldi ikki verið tann stóri trupulleikin at fingið hetta at borið til, tí talan er ikki um teir stóru pengarnar. Einar tvær milliardir er ramman á fíggjarlógini, so hesa hálvu miliiónina eiga vit at finna, sigur hann.
Bilarnir hava havt støð í Vágum síðan einaferð í sekstiárunum. Og sjálvt í ringastu kreppuni í nítiárunum bar til at hava teir her. Tí dugi eg ikki at síggja nakra grund til, at tað ikki skal bera til at finna fígging til hetta ynski hjá førarunum.
Og uppgávur eru fleiri til teirra eisini, visir hann á. Til dømis kundu teir havt um hendi sjúkrafutningin til og av flogvøllinum við sjúklingum, sum skulu uttanlands til viðgerðar.
Marjus Dam sær onga skilagóða orsøk til at leggja skipanina við sjúkrabilunum í Vágum niður. Flutningurin skal røkjast, og verður tað ikki hiðani, verður tað bara onkra aðrastaðni frá, tað verður gjørt. Tað kostar eisini pengar.
Munurin verður bara, at vágafólk fara at kenna seg tað óryggari. Og trygdini hjá fólki slaka vit ikki við, sigur Marjus Dam.
Vit finna penignin
Hin vágatingmaðurin, fólkafloksmaðurin Jørgen Niclasen, er ikki í iva um, at peningurin til vaktarskipanina verður funnin. Hann vísir esini til tær tvær milliardirnar, sum ramman er.
?Hendan tænasta er líka neyðug fyri Vágar, sum sjúkrahúsini eru fyri Norðoyar og Suðuroy, sigur hann. Tað væntar hann eisini, at tingmenn fara at skilja, tá málið kemur so langt.
Jørgen Niclasen er formaður í Trivnaðarnevndini í Løgtinginum, og har væntar hann at fáa ávirkan, tá málið í fíggjarlógarviðgerðini umvegis Fíggjarnevndina kemur til Trivnaðarnevndina til ummælis. Pengarnar verður eingin trupulleiki at finna innan karmin heilsumál, sigur hann.
Hann sigur, at hann, eins og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður fyrr hevur sagt við Sosialin, hellir til Eysturoyarmodellið við einum portørliði, sum hevur vakt og so gongur í eini turnusrundu, har teir av og á eru á Landssjúrkahúsinum.
Jørgen Niclasen væntar, at sjúkrabilførararnir í Vágum, sum hava verið so tolnir, eisini fara at bíða nakrar dagar eftir 30. apríl, til fíggjarlógin er samtykt. Tað verður helst einaferð í fyrru helvt av mai. Og tá skuldi hetta málið verið loyst, væntar hann.