Sjúkrakassin - ein føroysk loysn

Sum ein av teimum, ið samskifti við sjúkrakassan/arnar nær um hvønn dag, vil eg fegin gera nakrar viðmerkingar til orðaskiftið, um vit skulu hava sjúkrakassarnar í verandi líki ella ei.

Tað er ikki so langt síðani, at fyrrverandi landsstýrismaðurin í almannamálum fekk broytingar í lag við sjúkrakassatryggingini, ið førdu við sær, at »sjúkrakassin« bleiv ein rein SOLIDARISK skipan.

Eg skilji ikki, hvat tað er við okkara sjúkrakassaskipan, ið ger, at hon ikki kann vera verandi í sama líki; men møguliga skal undir »Toll & Skatt«.

Tað kann ikki vera inngjaldingarhátturin, tí flest av okkum gjalda bara limagjaldið eina ferð um árið, og hava tískil bert eina kvittan hjá okkum, ið vigar minni enn danska »Sygesikringsbeviset«.

Sum støðan er í dag, hava vit sjúkrakassar, ið m.a. fáast við teir bólkar, ið hava ein sáttmála við MFS (meginfelag sjúkrakassa Føroya), skrivstovufólkið kennir, ella hava í hvussu so er lætt við, skjótt og greitt, at seta seg inn í tey ymisku sáttmálaøkini, so vit fáa okkara afturgjald skjótast gjørligt, og vegna tað, at eingin er so lítil, sum hon er, hevur skrivstovufólkið sera gott innlit í, at afturgjaldið er júst sum tað skal vera, hvørki meira ella minni. Skuldi tað so hent, at ivamál eru, so tosa vit saman beinanvegin, hetta haldi eg vera tað týdningarmesta, at tosað verður við tey somu fólkini hvørja ferð, so sakirnar altíð kunnu avgreiðast »her og nú«, onki við at vera stillaður um til 5 ymiskar telefonir, áðrenn tú kemur til ein, ið hevur skil á júst tínum trupulleika.

Eg kanna av góðum grundum ikki siga nakað um, hvussu eitt møguligt dagligt samskifti skuldi verið, um vit nú høvdu samarbeiði við »Toll & Skatt« á hesum økinum; meg eg havi sjálvandi eina meting um, hvussu tað verður, har umsitingin er so stór, sum hon er hjá »Toll & Skatt«.

Nú er so nógv frammi um »føroyskar loysnir« ella »eftir føroyskum leisti« - hví skulu vit so gera eina danska loysn, tá vit hava eina effektiva, føroyska loysn, ið passar til okkara lítlu, føroysku viðurskifti?

Eg sóknist eftir tølum - krónir og oyru - sum vísa á sparingar við at leggja núverandi skipan undir Toll & Skatt. Er nøkur kanning gjørd, ið vísir á, at tað verður bíligari og effektivari? Tað kann vera, at aðrir bólkar ikki hava líka góðar royndir sum vit, um so er, hevði tað hjálpt væl, at hoyrt frá teimum.


Leila á Lofti

Fysioterapi?in á Argjum