Sjúkrarøktarfrøðingar hava stórmál á skránni

Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava aðalfund í dag og har fara tey at tosa um átrokandi mál

Sjúkrarøkt

Trotið á sjúkrarøktarfrøðingum, ískoytisútbúgving og sáttmálasamráðingar.
Hetta eru trý av teimum mest átrokandi málunum, sum verða til viðgerðar á aðalfundinum í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur aðalfund á Hotel Føroyum í morgun, leygarmorgunin, klokkan 10.
Á aðalfundinum í dag er hvørki formansval ella nevndarval á skránni, tí tað var í fjør og hvørt valskeið er trý ár.
Men Forkvinnan í felagnum, Jana H. Dalsgaard, sigur, at fyri tað eru nógv stórmál á skránni.
Hon sigur, at aðalfundurin fer serliga at umrøða tað stóra trotið, sum er á sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum, tí tað er eitt álvarsmál, sum kann fara at fáa stórar avleiðingar, kemur ikki vend í.
Á fundinum fara tey eisini at tosa um ískoytisútbúgvingina, sum tað verður arbeitt við at seta í verk.
Hetta er ein útbúgving fyri teir sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru útbúnir eftir teirri gomlu skipanini.
? Skulu teir hava møguleika fyri víðariútbúgving, mugu teir hava eina ískoytisútbúgving og tað arbeiða vit við, sigur forkvinnan.
Hon leggur afturat, at í hesum sambandi verður miðað eftir at gera eina føroyska útbúgving.
Og triðja stórmálið á skránni eru sáttmálasamráðingarnar, sum skulu vera við Fìggjarmálaráðið í heyst.