Vit ynskja fleiri sjúkrarøktarfrøðingar til heimatænastuna í VEKS.
Hesi størv eru leys at seta skjótast gjørligt.
· 1 Sjúkrarøktarfrøðingur – 28 tímar fast starv.
· 1 Sjúkrarøktarfrøðingur – 24 tímar fast starv
· 1 Sjúkrarøktarfrøðingur – 24 tímar farloyvis starv, galdandi frá 1. oktober 2016 til 31. august 2017
Starvsbrøkarnir kunnu broytast eftir avtalu við leiðarin.
Arbeiðið er mest í dagtímum, við tilkalliskipan kl. 16.00 – 22.00 ,
Arbeitt verður í løtuni 3. hvørt vikuskifti.
Góðir møguleikar eru fyri fakligari menning, bæði sum einstaklingur og saman við dugnaligum starvsfelagum.
Starvstaðið er úti í heimatænastuni í Vestmanna- og Kvívíkar kommunu, umframt á Heiminum á Grønanesi.
_ _ _ _ _
Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-,
Kvívíkar- og Sunda Kommunu. Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara veks.fo
Førleikar
· Sjúkrarøktarfrøðingur
· Hug og hegni til arbeiði innan økið
· Hug og hegni til samstarv
· Jaligan og innovativan hugburð til virksemið og sociala umhvørvið í síni heild, í tøttum og konstruktivum samstarvi við leiðarar, aðrar fakbólkar og eiinstaka borgaran.
· Lætt við at samskifta, bæði í bólki og við hvønn einstakan.
· Hug til at halda teg dagførdan viðvíkjandi øllum innan- og uttanhýsis viðurskiftum, sum hava ávirkan á dagliga starvið.
· Telduførleika á brúkarastøði.
Vit kunnu bjóða
· Dynamiskt og fjølbroytt starv
· Dugnaligar starvsfelagar
· jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
· Skipaða innleiðslu
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er heimatænastan í VEKS
Tey, ið sett verða, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið ella Føroya Kommunufelagið og avvarandi fakfelag.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til
ella
Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59,
350 Vestmanna.
Vinarligast viðmerk “Starv í VEKS” í umsóknini
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 12. sep. 2016 kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til.Mia Pedersen, leiðara, telefon 793231 ella teldupost miap(at)veks.fo