Trý fakfeløg aftrat hava í kvøld sent fjølmiðlunum skriv, har tey vísa sín treytaleysa stuðul til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í samband við verkfallið hjá felagnum. Í eini felags yvirlýsing veita fakfeløgini Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Akademikarafelag Føroya og Yrkisfelagið Miðnám sín treytaleysa stuðul til verkfallið og heita á Fíggjarmálaráðið at virða frælsa samráðingarrættin hjá fakfeløgunum.
Í yvirlýsingini skriva fakfeløgini fylgjandi:
Fakfeløgini Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Akademikarafelag Føroya og Yrkisfelagið Miðnám vilja hervið lýsa sín treytaleysa stuðul til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í stríði teirra at fáa betri sømdir fyri limir sínar.
Fakfeløgini heita somuleiðis á Fíggjarmálaráðið, at virða frælsa samráðingarrættin hjá hvørjum einstøkum fakfelagi.
At enda vilja fakfeløgini heita á Fíggjarmálaráðið um at seta seg aftur við samráðingarborðið og byrja einar virðiligar samráðingar, sum kunnu føra á mál.