Sjúkrastøðan í alivinnuni skjalprógvast

Støðan hjá Havbúnaðarfelagnum er, at tá vit krevja eina fría marknaðaratgongd fyri fiskavørur okkara, kunnu vit ikki samstundis steingja okkum inni, skrivar Vinnuhúsið

Heilsufrøðiliga avtalan við ES, sum kemur í gildi 1. februar 2001 viðførir somuleiðis broytt viðurskiftir fyri alivinnuna, tá tað snýr seg um framleiðslugrundarlagið ? yngul og rogn.

Alivinnan

Ólavur í Beiti



Ein avleiðing av tí fríu marknaðaratgongdini, er, at tað eisini verður frítt at flyta livandi yngul og rogn til Føroyar úr ES økinum, skrivar Vinnuhúsið.

Einasta treytin er, at sjúkustøðan skal verða á hædd við okkara. Men sjálvt um fylgt hevur verið við í heilsustøðuni innan alivinnuna í nógv ár, so er grundarlagið ikki nóg gott til at skjalprógva heilsustøðuna.

Av tí at sjúkustøðan í Føroyum ikki ?er kend?, merkir hetta, at tað ikki er møguligt at avmarka innflutning, fyrr enn okkara skjúkustøði er skjalprógvað. Hetta arbeiðið er fari í gongd og tekur væntandi umleið 2 ár.

Havbúnaðarfelagið heldur, at sjálvandi er ávísur ? í hvussu er teoretiskur - vandi fyri, at sjúkur kunnu innflytast, og tí eigur vinnan at vísa varsemi. Hinvegin er greitt, at øll í vinnuni taka sjúkuvandar sera álvarsamt, og tí verður eingin kjansur tikin.

Støðan hjá Havbúnaðarfelagnum er, at tá vit krevja eina fría marknaðaratgongd fyri fiskavørur okkara, kunnu vit ikki samstundis steingja okkum inni.

Næstan øll okkara útflutningsvøra verður útflutt til ES, og vit mugu tí laga okkum eftir teimum viðurskiftum, sum fríi samhandilin setur. Vit mugu tí loysa møguligar trupulleikar innanhýsis, og tí skal sjúkrastøðan skjalprógvast sum skjótast, verður sagt á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.