Sjúkrasystrafelagið:Ongar sjúkrasystrar fara at søkja

Sjúkrasystrafelag Føroya vil ikki kalla tað fyri, at tær fara at blokera størvini á B6. Heldur verður tað ein áheitan til allar limirnar í felagnum, ikki at søkja leysu størvini. Samstundis verður ført fram, at tað heilt einfalt ikki eru nakrar sjúkrasystrar, sum kundu søkt størvini

B6

Tann kendasta deildin á Landssjúkrahúsinum í løtuni er uttan iva B6. Tað er heldur ikki so undarligt, tá ið at kalla allar sjúkrasystrarnar á deildini siga upp mestsum ísenn. Fyrsta dagin í komandi ári verður tað tómt á deildini, tá ið ongar sjúkrasystrar ætla sær at vera til arbeiðis, um ikki ein loysn verður funnin.

Sjúkrahúsleiðslan hevur sett 7. desember sum freist fyri, nær ein loysn skal vera funnin. Verður eingin loysn funnin, sær leiðslan ongan annan útveg, enn at fara at søkja eftir nýggjum starvsfólki.


Ongar sjúkrasystrar

Í Sosialinum mikudagin segði forkvinnan fyri Sjúkrasystrafelag Føroya, Jana Dalsgaard, at fór sjúkrahúsleiðslan at søkja eftir nýggjum fólki, so vistu tær sær ikki onnur ráð, enn at blokera størvini á B6. Talan var eisini um at blokera øll størv á Landssjúkrahúsinum. Sjúkrasystrafelagið hevur síðani fingið møguleikan at endurskoða orðavalið, tá ið orðið blokera varð nýtt. Tá ið sjúkrasystrarnar sjálvar hava sagt seg úr starvi, so verður tað trupult hjá Sjúkrasystrafelagnum alment at blokera størvini, hóast hetta var tað, ið varð sagt.

-Tað, sum vit ætla, er at heita á allar okkara limir um ikki at søkja størvini á Landsjúkrahúsinum, sigur Jana Dalsgaard.

Við hesum ásannar Jana Dalsgaard, at tað ikki liggur ræðið fyri hjá teimum soleiðis uttan víðari at blokera størvini. Loysnin, sum Sjúkrasystrafelagið velur, byggir á eitt solidariskt prinsipp heldur enn eitt reint fakfelagsligt stig. Hóast Sjúkrasystrafelagið heitir á sínar limir um ikki at søkja, so kunnu sjúkrasystrar framvegis søkja størvini ? eisini úr øðrum londum. Men hetta er ikki nakað, sum órógvar Sjúkrasystrafelagið stórvegis.

-Tað eru ongar sjúkrasystrar at søkja tey leysu størvini á B6. Hetta fer heldur ikki at broytast við tíðini, tá ið framrokningar vísa, at tey næstu árini fara at vanta fleiri og fleiri sjúkrasystrar, sigur Jana Dalsgaard.

Jana Dalsgaard vísir eisini á, at sjúkrasystrarnar, sum arbeiða á B6, hava vunnið sær servitan á økinum, og hesin verður torførur at finna aðrastaðni.


Slítast upp

Sjúkrasystarfelagið hevur higartil roynt at viðgjørt málið sum eitt mál millum sjúkrasystarnar og leiðsluna. Tá ið sjúkrahúsleiðslan alment tekur til orðanna í hesum spurninginum, so tók Sjúkrasystrafelagið eisini til orðanna.

Forkvinnan í felagnum vísir á, at sjúkrasystrarnar á B6 leingi hava stríðst við trongum korum, og tær hava eisini roynt at fingið leiðsluna at skilja, hvussu torfør støðan er. Jana Dalsgaard vísir til teir mongu sjúkradagarnar sum dømi fyri, hvussu strævið tað er at arbeiða á deildini.

- Støðan er veruliga vorðin ring, um sjúkrasystrarnar velja at siga seg úr starvi, tá ið tær veruliga hava stríðst fyri at betra korini, sigur Jana Dalsgaard.

Forkvinnan í Sjúkrasystrafelag Føroya leggur eisini dent á, at sjúkrasystrarnar í longri tíð hava bæði víst á trupulleikan og eisini víst á útrokningar, sum vísa, hvussu støðan kundi verði betra.

Tað er serliga talið av tímaløntum starvsfólki, sum verður nýtt sum dømi. Sum nú er so siga sjúkrasystarnar, at tað skal nýtast nógv orka til at ringja eftir starvsfólki, ið skiftandi røkja uppgávur á deildini.

- Hevði hetta verið broytt, so hevði verið pláss fyri kanska tveimum starvsfólkum afturat, sigur Jana Dalsgaard.