Í Svøríki er ein trý ára gomul genta deyð av vatnkoppum, og tað er so sjáldsamt, at tað eru bara tveir tilburðir í hvørjari øld, siga svensku læknarnir.
Aftonbladet skrivar, at tann trý ára gamla gentan fekk vatnkoppar tann 15. februar. Nakrar dagar seinni kendi hon seg illa, samstundis sum hon spýði, og læknarnir á sjúkrahúsinum staðfestu, at hon hevði fingið bruna í heilan. Teir væntaðu kortini, at tað fór at laga seg eftir einari viku, so gentan slapp heim við foreldrunum. Men seinni sama dag versnaði gentan, og tann 20. februar var hon so ring, at foreldrini gjørdu av at fara aftur á sjúkrahúsið við henni. Hon varð ald fyri eitt doyvd og løgd í respirator, men náttina eftir staðfestu læknarnir, at hon var heiladeyð.
Læknarnir á sjúkrahúsinum í Linköping siga, at gentan hevði fingið sera sterkan bruna av vatnkoppunum, og at tað er ógvuliga sjáldsamt.
-Hetta er sera óvanligt. Eg havi ongantíð sæð tað fyrr, og eg fari heldur ikki at síggja tað aftur, sigur Stefan Croner, yvirlækni á barnadeildini á sjúkrahúsinum í Linköping við Aftonbladet.