Teir seinastu dagarnar eru fýra fólk í kanadiska býnum Toronto deyð av einari sjáldsamari sjúku, sum nú hevur kravt tíggju mannalív teir seinastu átta dagarnar. .
Kanadisku heilsumyndugleikarnir viðganga, at teir vita ikki, hví fólkini eru deyð, og teir ásanna, at tað kann gerast sera trupult at fáa staðfest, hvat tað er fyri virus ella bakteria, sum hevur kostað teimum tíggju lívið. Kanningar hava víst, at talan er ikki um fuglakrím, SARS ella legionella. Fleiri av líkunum eru vorðin kannað, men higartil uttan úrslit.
Sjúkan tók seg upp á einum røktarheimi í síðstu viku, og kanningar hava staðfest, at 84 fólk eru smittað. Tey flestu vóru røktarsjúklingar, men fleiri starvsfólk og fólk, um vóru komin at vitja avvarðandi, eru eisini smittað. 40 av teimum smittaðu liggja á sjúkrahúsi, sigur heilsustjórin í Toronto, Davin McKeown, við tíðindastovuna AP.