Í einari goymslu hjá finska útvarpinum hava fólk funnið eina sjáldsama bandupptøku við Adolfi Hitler.
Á upptøkuni, sum varir átjan minuttir, tosar Hitler við finska generalin Mannerheim, sum var ovasti fyri finsku verjuni undir seinna heimsbardaga, og sum gjørdist kendur, tá Finnland vardi seg í krígnum við Sovjetsamveldið veturin 1939-40. Tað var ein teknikari, sum festi samrøðuna á band. Sambært finska útvarpinum hótti Gestapo við at avrætta mannin, tí hann hevði tikið samrøðuna upp, men tað eydnaðist honum at sannføra Gestapo um, at hann hevði oyðilagt bandið.
Tað sjáldsama við bandupptøkuni er, at hon er tann einasta, har Hitler tosar við náttúrligari rødd, sum sagt verður. Hinar upptøkurnar eru frá røðum, sum hann helt á fundum ella í útvarpi.