Fótbóltsspælið er soleiðis háttað, at tað liðið, sum ger flest mál, hevur vunnið dystin. Tað ræður um at verja egið mál og at skora í hinum endanum. Megnar tú tað á fullgóðan hátt, so eru stigini tíni.
Føroyska landsliðið hevur ongantíð skotið nógv mál. Hinvegin hevur ágangurin á føroyska málið mangan verið øgiligur. Tískil er plássið millum stengurnar tað mest umráðandi plássið á føroyska fótbóltslandsliðnum. Lykilin til føroysk stig – eitt so væl sum fleiri – stendur og fellur við avrikinum hjá málverjanum.
Nú Gunnar Nielsen ikki er tøkur vegna skaða, skal Jákup Mikkelsen sjálvandi verja málið. At hann er besti málverjin í heimligu kappingini fingu vit enn eitt dømi um so seint sum í gjár, og tað er eingin grund at taka tað næstbesta, tá tað besta er ein møguleiki.
Tí skal Brian Kerr velja tað besta og gera tað við allari virðing fyri hinum báðum málverjunum, tí dystirnir móti Slovenia og Norðurírlandi eru av teimum sera truplu. Og tað er eingin grund til at tveita óroyndu málverjararnar fyri leyvurnar á henda hátt, tá vit hava eitt annað og betri alternativ.
Enn hevur Brian Kerr ikki alment boðað frá, at hann fer at senda boð eftir Jákupi Mikkelsen til dystirnar móti Slovenia og Norðurírlandi, men annað hevði verið undarligt.
Sjálvandi er tað hugstoytt hjá bæði Tórði Thomsen og Meinhardti Joensen, sum hava verið eykamálverjar seinastu árini, um Jákup Mikkelsen verður úttikin. Tað er eitt greitt tekin um, at teir ikki annaðval, men í roynd og veru triðja- og fjórðaval til plássið millum føroysku stengurnar.
Brian Kerr dugir væl at tosa. Spurningurin er nú, hvussu hann fer at greiða frá sínum málmansvalið til næstu landsliðsuppgávurnar – líkamikið hvør verður valdur og vrakaður. Jákup Mikkelsen, Tórður Thomsen, Meinhardt Joensen og føroyski fótbóltsfjepparin bíða spent eftir landsliðsúttøkuni og frágreiðingini aftanfyri.
Míni ráð til landsliðsvenjarin skulu tó vera, at velja landsins bestu leikarar.