Sjálvandi ger lønarvøksturin at avreiðingarprísurin fer at lækka

Sjálvandi ger lønarvøksturin at avreiðingarprísurin fer at lækka

? Vit hava ongantíð dult, at fer lønin upp, fer tað eisini at raka avreiðingarprísin, sum vit eru førir fyri at lata skipum og bátum, sigur Fiskavirking

? Sjálvandi kemur tað eisini at raka avreiðingarprísin, at lønirnar á landi fara upp.

Bæði Leif Høj og Leivur Michelsen á Føroya Fiskavirking siga, at haðani hevur tað ongantíð verið dult, at ein lønarhækking á landi, eisini fer at ganga útyvir tann prís, sum Fiskavirking er ført fyri at lata skipum og bátum í avreiðingarprísi.

Vit hava spurt landins størsta fiskakeypara um teir eru samdir við tí, sum Fróði L. Ejdesgaard, útróðrarmaður førir fram í samrøðu á síðu 5 í hesum blaðnum.

Og á Fiskavirking siga teir, at tað er ongin ivi um, at lønarhækkingin til arbeiðsfólkið á landi fer at ganga útyvir fiski- og útróðrarmenn.

Men eftir, hvat skilst á teimum bðaum, verður tað ikki so, at allur kostnaðurin av lønarhækkingini verður nryvan turkaður uppí fiski- og útróðrarmenn.

? Helst fer avreiðingarprísurin at lækka eitt sindur sum ein avleiðing av lønarhækkingini. Men tað er mark fyri, hvussu nógv, prísurin kann lækka, tí so fara skipini bara uttanlands at avreiða.

? Hvussu nógv avreiðingarprísurin tí fer at lækka, veldst tí í stóran mun um, hvussu hørð kappingin verður um fiskin millum okkum og útlond.

? Men vit kunnu ikki rokna við, at fiskavirkini kunnu taka alla lønarhækkingina á seg. Skipini koma at bera eitt sindur.

? Í longdini verður tað eisini so, at vit fara at fara at gera framleiðsluna meiri automatiska fyri at varðveita framleiðsluførið so at meiri kann framleiðast fyri somu lønarútreiðslur.

Sostatt verða færri fólk á virkjunum.

Men tað dugur Leivur Michelsen ikki at síggja sum tann stóra trupulleikan.

? Sumt arbeiði á fiskavirkjunum er ótrúliga einstáttað, og tað er sumt, sum tað er trupult at fáa fólk til.

? Samstundis er kappingin um arbeiðsfólkið harðnað seinastu tíðina og útlit eru til, at kappingin fer at harðnað enn meiri, ikki minst um oljuvinnan tekur seg upp.

? So um summar funktiónir á fiskavirkjunum verða automatiseraðar, heldur hann ikki bilar so nógv.

Leif Høj á Fiskavirking, sigur, at Fiskavirking hevur roknað seg fram, at lønarhækkingin til arbeiðsfólkið á landi fer at kosta Fiskavirking millum 30 og 50 oyru eyka í lønarútreiðslum fyri hvørt kilo av virkaðum fiski.

Men teir hava eisini sett tað upp uppá ein annan máta.

?Lønarhækkingin kostar eini 10 oyru fyri hvørja krónu, bátar og skip avreiða fyri.

? Tvs, at hvørja ferð avreitt verður fyri 10 krónur og svarar lønarhækkingin til eina eyka útreiðslu uppá eina krónu, tá ið fiskurin verður arbeiddur.

Leif Høj sigur annars, at arbeiðsgongdin er serstakliga nógv efffektiviserað seinastu árini.

? Støðan er tann, at fyri 10 árum, tá ið ráfiskagrunnurin virkaði, var rávørukeypið 40% av samlaðu útreiðslunum hjá virkjunum, lønirnar vóru somuleiðis um 40% útreiðslunum og aðrar útreiðslur vóru um 20%.

? Men nú eru útreiðslurnar til rávørukeyp heilar 70% -75% av samlaðu útreiðslunum og lønarútreiðslurnar eru 20%.

? Tað merkir, at framleiðsluevnini eru munandi batnað seinastu árini.

Men tað merkir samstundis, at tann stóru útreiðsluposturin er nú fiskakeypið.

Leif Høj sigur, at marginalarnir í fiskivinnuni eru nú so smáir, at tað skal ótrúliga lítið til, áðrenn avreiðingarprísurin verður ávirkaður.


Sí eisini atfinningarnar hjá Fróða L. Ejdesgaard: Fiski- og útróðrarmenn mugu bløða fyri lønarhækkingina til arbeiðsfólk á landi