Marjus Dam, løgtingsmaður
(Takk fyri greinina Svend Åge. Tað er ikki neyðugt at koma við nakrari áheitan á meg. Eg arbeiði fyri at prísurin skal lækka og eg sleppi ikki endanum.(Halt fram við arbeiðinum at fáa Óla Breckmann at halda fast. Í grein hjá Svend Åge Ellefsen, tykist hann bangin fyri at Óli Breckmann fer at sleppa endanum viðvíkjandi lækking av samferðsluprísum. Men eg haldi, at Svend Åge skal sova trygt í Sandavági ella Hotel Streym. Òli fer at halda fast eins og fleiri aðrir løgtingsmenn eisini gera. (Prísurin at ferðast um firðir og undir má nevniliga lækkast sum skjótast. Tað er nevniliga so alneyðugt fyri land okkara, at prísirnir lækka.(Ein av høvuðsorsøkunum til at útjaðari og útoyggjar bløða út, er fyrst og fremst vánalig og kostnaðarmikil samferðsla. Tað er mín meting, at um vit vilja at Føroyar skulu vera eitt land, har øll kunnu búgva undir nøkulunda eins treytum, so er neyðugt at samferðslukostnaðurin lækkar. Tað arbeiði eg fyri og eg sleppi ikki endanum( Eg, og fleiri við mær, arbeiða nógv fyri, at lækka prísin á samferðslu í Føroyum. (1: Eg haldi, at raksturin á undirsjóvartunlinum skal yvirtakast av landinum. Tað vil føra við sær, at prísurin kann lækkast munandi á báðum undirsjóvartunlum okkara. (2: Eg meti, at landið má skipa fyri, at prísirnir lækka munandi til Suðuroyar og Sandoyar. At prísbygnaðurin verður broyttur, so familjur fáa møguleika fyri at tekna t.d árshald við SL, eins og vit hava tað við t.d Vágatunlinum, til ein rímiligan prís. (3: Tað eigur at verða frítt at sigla til og frá útoyggj ið hvussu so er fyri tey fastbúgvandi helst fyri øll. (4: Eg haldi at arbeiðspláss í hava við innkrevjing í smb við Vágatunnilin skulu flytast til Sandavágs. Her skjýtur Svend Åge Ellefsen, at hetta arbeiði verður lagt á ein almennan stovn í Tórshavn. Hetta arbeiði eigur at verða gjørt í Vágum, tí tað er her í tunnilin er.(Prísurin má lækkast til 1 januar 2007 . Og eg sleppi ikki endanum. ((