Sjálvavgreiðsla lættari fyri báðar partar

Fyri at lætta um hjá starvsfólkunum á Akstovuni og hjá bilsølunum, sum dagliga skráseta nýggjar bilar, fer Akstovan nú undir eina nýggja sjálvavgreiðsluskipan, sum hevur við sær, at so gott sum eingin tíð fer til at standa í bíðirøð á Akstovuni

Við at skráseta allar bilar beinleiðis á sjálvavgreiðsluni verður lættari og einfaldari hjá bilasølunum og Akstovuni at avgreiða øll viðurskifti í sambandi við skráseting av nýggjum akførum.


Á Akstovuni verður í løtuni arbeitt við at menna eina sjálvavgreiðsluskipan fyri fleiri tænastur á stovninum. Henda fyrsta útgávan er ætlað øllum bilasølum, ið selja nýggjar bilar. Skipanin er komin so væl áleiðis, at klárt er at presentera hana fyri bilasølunum, sigur Hans Jacob Stenberg, deildarleiðari á Akstovuni.


Sum nú er, skulu øll skjøl í sambandi við skráseting av nýggjum bilum verða borin inn í avgreiðsluna á Akstovuni ella send við faxi. Síðani skulu starvsfólkini á Akstovuni tasta alt inn í akfaraskránna á stovninum.


Bilasølurnar skráseta sjálvar


Við nýggju skipanini verður tað soleiðis, at bilasølurnar umvegis internetið sjálvar skráseta allar neyðugar upplýsingar gjøgnum sjálvavgreiðsluna til Akstovuna, sum síðan eftirkannar hesar upplýsingarnar og roknar skrásetingargjald, vegskatt og onnur gjøld í sambandi við skrásetingina. Boð verða síðan send yvir netið til bilasøluna, um at nú er klárt at heinta nummarpláturnar, og hvussu nógv skal gjaldast.


Hetta nýggja samstarvið millum okkum og bilasølurnar skuldi givið eina munandi skjótari og ómakaleysari avgreiðslu og stytt bíðitíðina niður í næstan einki, sigur Hans Jacob Stenberg frá Akstovuni, sum leggur afturat, at tá henda skipanin er komin væl í gongd og virkar eftir ætlan, verður eisini farið í gongd við sjálvavgreiðslu í sambandi við sýn og koyrikort.