Sjálvberandi búskapur tryggja vælferð

Í gjár var 1. mai og er hetta dagur arbeiðaranna. Hesin dagurin verður hildin kring allan heim, og eisini her hjá okkum - bert viku eftir flaggdagin verða røður hildnar kring landið. Vit kunnu siga, at hóast Flaggdagurin og 1. mai ikki hava nakað beinleiðis við hvør annan at gera, so er kortini tætt samband millum teir, nú stórur partur av Føroya fólki ynskja størri sjálvræði.

Á flaggdegnum verður mint á tann týdning mál og mentan hava fyri okkara land, og hvussu vit við hesum varðveita og menna okkara samleika og tjóðareyðkenni. Og henda dagin verður eisini stungið út í kortið, hvussu vit í framtíðini kunnu gerast enn meira vitandi um egnan mátt og megi, og hvussu vit taka størri ábyrgd av okkum sjálv.


Arbeiðaradagurin 1. mai skal minna okkum á tann týdning og tey virði, sum arbeiðarafjøldin skapar. Hann skal minna okkum á tey sjálvsøgdu rættindi verkafólkið hevur. Men hann er so eisini vorðin til dagin, tá víst verður á skeiva og órættvísa gongd í samfelagnum. Nú landsstýrið í dag skal undir annað umfarið í samráðingunum um framtíðar støðu Føroya er eisini rætt at vísa á, hvussu stóran týdning tað hevur at kunna varðveita somu rættindi og livikor í framtíðini eisini. Tað kann so ikki koma uppá tal, at tey lægstløntu í samfelagnum skulu spenna lívreimina inn til tess, at vit kunnu fáa meira sjálvstýri, meðan t. d. aðrir bólkar megna at halda fast um síni rættindi.


Broytingar eiga at gerast í okkara ríkisrættarligum viðurskiftum. Vit mugu taka størri ábyrgd av okkum sjálv og hesum samfelag. Tað stendur rimmarfast. Men vit mugu tryggja okkum, at tað ikki verður sjálvstýrið ella fullveldið í sjálvum sær, sum gerst málið. Heldur enn at stríðast um orð og heiti, so skulu vit skipa samfelag okkara soleiðis, at vit veruliga verða før fyri at ráða og stýra okkum sjálvum.


Tað snýr seg um at tryggja grundarlagið undir framtíðar samfelag okkara. Tað snýr seg ikki um at kroysta eina skipan ígjøgnum, sum kanska ein spinkul meiriluti kann taka undir við.


Vilja vit veruliga landinum tað besta, so latið okkum nýta høvi at byggja upp ein sjálvberandi búskap, sum í framtíðini verður grundarlagið undir teirri stjórnarskipan, sum fólkið í Føroyum tá ynskir.