Henrik Old, løgtingsmaður Javnaðarfloksins í Suðuroy, heldur fast um, at tað eru leiðslurnar í Framtaksgrunninum og Føroya Fiskavirking, sum eru teir stóru syndararnir í Suðuroy. Tá tey kunnu loyva sær at nokta, at virksemi aftur verður á Polarfrost, er tíð at skifta út, sigur hann.
Hann er rúkandi ósamdur við stjóranum í Vinnuhúsinum, sum leggur millum onnur politikararnar undir at hava skuldina av verandi støðu og gera leiðsluna í Føroya Fiskavirking til syndabukk.
?Tað er ikki neyðugt, sigur Henrik Old, tí tað er sjálvgjørt. Tað er púra óhoyrt og ørt at seta sum treyt, at eingin stertur av Føroyagrunninum má arbeiðast á stóra virkinum, sum stendur steindeytt og blokerar stóran part av havnarlagnum í Vági.
Hann vísir á, at tá eitt alivirki herfyri leigaði seg inn á Polarfrost og stóð og manglaði laks at arbeiða, varð biðið um loyvi at sleppa at arbeiða nakað av teirri hýsuni, sum fer heil av landinum. Men svarið var kortanei, tí tað var treyt frá eigarunum, sum er Føroya Fiskavirking, at eingin fiskur av Føroyagrunninum skal arbeiðast á Polarfrost fyri ikki at kappast við onnur virki hjá felagnum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur als ikki skilt sína uppgávu, tá felagið ikki fyri langari tíð síðan hevur sligið nevan í borðið og kravt, at virkið í Vági verður latið øðrum, tá Føroya Fiskavirking ikki megnar at hava tað opið, sigur Henrik Old.
?Leiðslan í Føroya Arbeiðsgevarafelag má so avgjørt ahva hildið jólafrí í Norður Korea, tí tað er bara á slíkum støðum, at slík hugsan kann góðtakast, at eitt alment monopol hevur virki standandi við teirri einastu treyt, at tey ikki mugu brúkast til arbeiðis, sigur hann.
Tað er skammiligt, at Føroya Arbeiðsgevarafelag fer upp í hatta kórið, sum syngur tann sang, at virkini ikki mugu brúkast til arbeiðspláss.
?Tað er skeiv adressa, tá stjórin i Vinnuhúsinum leggur eftir politikarunum, tí tað er leiðslan í Føroya Fiskavirking, sum blokerar fyri arbeiði á Polarfrost, stðafestir Henrik Old. Eg nokti fyri at trúgva, at Føroya Arbeiðsgevarafelag er so avsporað, at felagið tvíheldur um eitt alment monopol, sum stendur fyri slíkum. Arbeiðsgevararnir eiga hinvegin at krevja av Føroya Fiskavirking, at vinnutólini koma til nyttu. Alt annað er hyklarí, sigur Henrik Old, løgtingsmaður.